Kom í form við tøkni

Ein persónligur venjari er dreymurin hjá nógvum, nú nýggja árið er byrjað og jóladellurnar skulu vekk. Men teir eru torførir at fáa fatur á - og dýrir. Ístaðin kann ein nýta nýmótans tøkni, og á tann hátt gera telduna, sjónvarpið og telefonina til dreymavenjaran.

Telefonvenjarin

IPhone og tær sokallaðu Android-telefonirnar hava hundraðtals "applikatiónir", sum tú kanst taka niður av netinum og nýta at venja við.


200 situps

Forritið "200 Situps" í iPhone er venjing fyri búkvøddarnar. Applikatiónin er gjørd so, at ein skal klára 200 situps eftir seks vikum. Forritið heldur skil á døgum og vikum fyri teg. Klárar tú ikki at fylgja skemainum ber til at bakka. Les meira á www.twohundredsitups.com


Tai Chi

Applikatiónin "Tai Chi" í iPhone lærir brúkaran kinesku venjingina Tai Chi. Við myndum og video av venjingunum er lætt at fylgja kinesiska læraranum.


Runkeeper

Applikatiónin "Runkeeper" er til bæði iPhone og Android-telefonir. Runkeeper er til tey, ið dáma at renna. Forritið sigur tær, hvar tú hevur runnið, hvussu skjótt, hvussu nógvar kaloriir, tú hevur brent, og vilt tú reypa eitt sindur, ber til at leggja úrslitið á Facebook ella Twitter. Tað eru nógvar líknandi applikatiónir at finna, men nógv halda, at Runkeeper er best í sínum slag.




Sjónvarpsvenjarin

At hyggja eftir sjónvarpi er vanliga nakað, sum vit seta í samband við at sita í sofuni. Soleiðis nýtist tað ikki at vera. Nýmótans sjónvarpsspøl eru útmerkað at fáa pulsin upp við. Og hevur tú ikki hug at keypa tær eitt slíkt, eru nógvir góðir venjifilmar at fáa.


Wii Fitness og Wii Active

Telduspælið Wii kom fyri nøkrum árum síðani og kollvelti heimin fyri sjónvarpsspøl. Nú skuldi brúkarin úr sofuni og nýta kroppin at spæla við. Stutt eftir komu venjiforritini, har ein hevur ein persónligan venjara, ið heldur skil á vekt, hvussu balansin er, og hvat fyri úrslit ein fær av venjingini. Wii Fitness eitur eitt av hesum, og Wii Active er eitt annað.


DVD

Marknaðurin fyri venjifilmar er sera stórur. Flestu fotomodellir og sjónleikarar hava egnar filmar, og tey kendu, ið starvast innan heilsu, hava eisini egnar filmar. Rákið nú eru filmar fyri ein serligan venjingarhátt, td Pilates og Yoga ella filmar, ið eru um ein ávísan kropspart - til dømis ryggvenjingar.



Telduvenjarin

Tíanverri havi eg ikki uppfunnið nakað, ið fær teg í form, meðan tú situr við telduna. Telduvenjarin handlar meira um alt, tú kann gera á telduni AFTANÁ venjingina.


Nike+

Nike+ er navnið á einum forriti, ið fyritøkurnar Nike og Apple hava samstarvað um. Tankin er, at tað skal bera til at sameina tónleik og venjing. Við einum iPoddi og einum lítlum tóli, ið verður lagt í skógvin, ber til at lurta eftir tónleiki og samstundis fáa góð ráð og uppmuntrandi orð við á vegnum. Eftirsum lítla tólið liggur í skógvunum (tað eru serligir Nike skógvar til endamálið) so metir tað, hvussu fetini eru, hvussu tú rennur og so alt tað vanliga, sum at síggja, hvar ein hevur runnið, gera ritmyndir og deila tað við vinir á internetinum.


Adidas MiCoach

MiCoach er svarið hjá Adidias, tá kappingarneytin Nike kom við sínum Nike+. Ístaðin fyri at bara hava eitt tól í skónum hevur MiCoach eitt tól um bringuna, ið metir pulsin, eitt á skógvunum, ið metur fetini og eitt um armin, ið gevur góð ráð og uppmuntran, og sum sigur nær tú kann renna skjótari ella taka tað róligt. Áðrenn tú fer út at renna, velur tú, hvussu tú vil renna, og so heldur forritið teg til tað.