Tað kom dátt við hjá okkum musikklærarum at hoyra Heðin Mortensen greiða frá í útvarpinum, at musikkskúlabyggjaríðið sum fyriliggur, helst ikki verður realiserað.
Nýggjur musikkskúli hevur verið lovaður áður. Vit skulu heilt aftur til 2005, tá tosið um at tørvur var at byggja nýggjan musikkskúla byrjaði. Arbeitt bleiv tá við einari ætlan at byggja hann á Lutzenstrøð. Og á almennum fundi í í Norðurlandahúsinum í 2008 lovaði Heðin, at nýggjur skúli skuldi standa liðugur innan tvey ár :/
Tosið um nýggjan musikkskúla helt fram, men ikki kann sigast at tað hevur gingið skjótt framá. Ofta hevur man hoyrt lærarar á skúlanum sagt, at teir ikki trúðu uppá, at nakar skúli kom, fyrr enn teir stóðu í honum. Men nú nógvir pengar vóru brúktir at tekna og fyrireika uppskotið um at byggja skúlan uppi við Norðurlandahúsið,vóru tey bjartskygdastu av okkum farin at hugsa tankan, at ja, kanska tað fór at eydnast. Kanska kommunan fór at vísa í verki, at tey sóu týdningin av at raðfesta musikkskúlaarbeiðið við at geva tí liviligar karmar at arbeiða í.
Men meðan lyftið ljóðaði, at skúlin skuldi standa liðugur í 2015, so boðar Heðin nú mitt í øllum frá, at hann ynskir at leita eftir aðrari loysn til musikkskúlan. Og tað, sum lærarar á musikkskúlanum nú av góðum orsøkum stúra fyri, er, at hetta merkir, at tað aftur fara at ganga nógv nógv ár, áðrenn vit fáa ein nýggjan musikkskúla.
Tað er nógv orka brúkt at fyrireika verkætlanina. Tí er hon komin so langt, sum hon er komin. Umframt allan peningin, ið er brúktur til arkitektar og onnur, ið hava arbeitt við fyriliggjandi projektinum, so hava musikkskúlanevnd, musikkskúlalærarar og onnur lagt sera stóra orku í at arbeiða fyri og lýsa hvussu skúlin eigur at gerast. Ja, nú var klárt at byggja. Flest øll kunnu vónandi vera samd um, at musikkskúlin langt síðan hevur prógvað sítt virði. Í nógv ár hevur hann virkað undir umstøðum, ið als ikki eru nøktandi. Tí er tað at vísa lítla virðing fyri eldhuganum hjá øllum umboðunum, tá man nú mitt í øllum og á henda hátt skumpar fyriliggjandi projekt og alt avrikið, ið liggur aftanfyri, til viks.
At tað er neyðugt at halda skil á kostnaðinum, er nakað øll skilja. At tað eisini er gott hugskot at hyggja at ymiskum møguligum loysnum, kunnu væntandi flest øll eisini taka undir við. Men tá man sær stóru íløgurnar, ið annars verða gjørdar uttan serliga langa fyrireikingartíð, kann tað tykjast, at grundgevingarnar neyvan eru tær, ið sagdar verða.
Hvussu kann eitt samt býráð taka undir við ætlanini fyri ársskiftið og nú so púra broyta hugsan? Sortudýkið er eitt dýki. - Ja, tað visti man allatíðina. Onki av hesum, ið Heðin sigur broytur projektið, er nýggj vitan. Húsini, ið møguliga skulu takast niður, hava staðið har alla tíðina. Og so vítt vit eru kunnað, so var tað eitt tilmæli at taka tey niður, ikki eitt krav. Og dýkið vísti seg faktisk ikki at vera so djúpt, sum man stúrdi fyri frammanundan.
Ein av høvuðsorsøkunuml at byggingin er blivin dýrari, man vera tann, at long tíð er fráliðin, og prísirnir standa ikki í stað. Alt er í framburði, og tað er tónleikaundirvísingin eisini. Ein onnur orsøk man vera tann, at mann við tíðini hevur set seg meir og meir inn í, hvat tað krevst at byggja ein nútímans skúla, ið skal stimbra tónleikalívið í býnum. Vónandi er ambitiónin tann, at skúlin skal vera nøktandi nógv ár fram; og tá man hyggur nærri at, hvat tað vil siga, ja, so er onki løgið, um projektið veksur nakað.
Men lat okkum undirstrika, at vit ikki meta at skúlin, ið er í uppskoti, er óneyðuga stórur. Als ikki. Støddin er eitt absolutt minimum til tað, ið skal til, um vit skulu hava ein tíðarhóskandi skúla, ið eisini nøktar tørvin ár frameftir. Hartil meina vit, at ein musikkskúli skal vera ein stoltleiki fyri høvuðsstaðin. Hann er karmur um list og undirvísing, og tað skal hann útstrála á virðiligan hátt. So um hann verður bygdur í ~Sortudýki ella aðrastaðni, er umráðandi, at orka verður brúkt uppá at gera ein stásiligan og stoltan bygning.
Staðsetingin hevur ikki alt at siga. Uppskotið um Sortudíkið kom ikki frá okkum musikklærarum, og vit síggja fyrimunir og vansar við staðsetingini. Men staðseting er umrødd so ofta fyrr. Arbeitt hevur verið við uppskotum áður, uppskot eru feld og nýggj uppskot eru komin. Fer man nú aftur at broyta projektið, so er púra greitt, at so kann man ikki vænta, at nakar musikkskúli verður bygdur í bræði. Ja, í øllum førum ikki í hesum valskeiðinum. Hinvegin kemur tað kanska ikki so illa við hjá øllum, tí so kann hann jú altíð brúkast sum valagn til næsta val...