Kom beint úr flúgvaranum og á vøllin

Mads B. Mikkelsen vandi ongantíð saman við liðfeløgunum, áðrenn hann fekk debut fyri HB

Tað gekk skjótt, tá HB mánadagin gjørdi sáttmála við føroyska U21-landsliðsspælaran Mads B. Mikkelsen. Hann sat í flúgvaranum á døgurða, náddi líka at eta saman við nýggju liðfeløgunum og um kvøldið kom hann á vøllin fyri fyrst ferð, tá HB tapti 2-0 móti NSÍ.

- Hann kann seta spælarar fyri stuttleikar, hevur eina góða fyrstu nerting í ferð, arbeiðir hart, so tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann verður dystaravgerandi fyri okkum. Hann var eisini nær við at venda dystinum í dag, og tað gleðist eg um, tí hann hevur akkurát møtt liðfeløgunum, segði Jens Berthel Askou við FM1 eftir dystin í Runavík mánakvøldið.

Mads B. Mikkelsen kom á vøllin, tá ein tími var farin. Hann vísti tekin um góðar eginleikar sum fótbóltsspælari. Hann vann fleiri luftdystir og er skjótur og lættur á fótum. Eisini við bóltinum.

Nógv bendir á, at hetta ikki er seinasta tilgongdin hjá HB, um ikki Jákup L. Thomsen ger stór framstig við knæskaðanum. Eftir dystin móti KÍ segði venjarin hjá HB, at teir vilja hava ungar spælarar, sum vilja flyta seg. Tað tykist passa væl til 20 ára gamla Mads B. Mikkelsen.

##med2##

– Tað er tað klárt, at vit hyggja eftir nøkrum spælarum, men tú veist ongantíð hvussu tað spælir av. Vit vilja hava spælarar, sum vilja menna seg og flyta seg, men teir vilja onnur eisini hava. Vit hava ikki nógvr pengar, men bjóða eitt gott umhvørvi. Onkuntíð arbeiðir tú við fleiri tingum í senn, men einki riggar, segði Jens Berthel Askou eftir 3-3 javnleikin móti KÍ.

Heðin Hansen og Delphine Tshiembe nærkast at blíva klárir, meðan tað er eitt sindur meiri óvist við Tróndi Jensen og Hørði Askham, sum báðir hava havt krossbandsskaðar.