Kolvetnisskattalógin samtykt

Kolvetnisskattalógin kom samtykt til triðju viðgerðar á tingfundinum í dag

Sokallaða kolvetnisskattalógin varð samtykt við triðju viðgerð á tingfundinum í gjár, har fýra mál skuldu endaliga avgreiðast við triðju viðgerð.

Fyrsta av teimum fýra triðju viðgerðinum var av tingmáli nummar 28/1999, sum var uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit og annað í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. Hetta uppskot varð lagt fyri tingið av Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra, 22. desember í fjør. Uppskotið verður eisini kallað kolvetnisskattafyrisitingarlógin.

Uppskotið varð samtykt við broytingum við 28 atkvøðum fyri ongari ímóti og ongari blankari undir aðru viðgerð á tingfundinum týsdagin og kom soleiðis samtykt til triðju viðgerðar á tingfundinum í dag.