Hjúnini Stephan og Anne Christiansen, sum verða høvuðstalarar á Páskastevnuni 2007, eru sera virkin innan andaligt arbeiði.
Í 1996 stovnaðu tey “Ny Generasjon”, sum er ein felagsskapur, ið arbeiðir ímillum studentar í 15 londum. Umleið 16.000 ungdómar eru í dag knýttir til henda felagsskap.
Longu árið eftir fóru tey í holt við tiltakið “Jesus Revolution”, sum røkkur til fleiri enn 300.000 ungdómar í Evropa. Umleið 400 ungdómar hava givið eitt, tvey ella fleiri ár í fulltíðar tænastu ígjøgnum hetta tiltakið.
Umframt hetta hava Stephan og Anne grundlagt samkomuna “Jesus Church” í Oslo, og Anna hevur eisini stovnað felagsskapin “Jesus Kvinner”.
Hjúnini eru kend fyri at boða kristna boðskapin livandi, kreativt, nýhugsandi og inspirerandi.