Kolumbiskur áleypari til ÍF

Betri deildin menn: ÍF hevur gjørt sáttmála við Jhon Mena úr Kolumbia

ÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við 25 ára gamla áleyparan, Jhon Mena, sum er úr Kolumbia.

 

- Í kvøld kann ÍF kunngera, at Jhon Mena hevur gjørt eitt ára sáttmálað við ÍF. Jhon er 25 ára gamal, og er ættaður úr Colombia. Jhon hevur umboða lið úr næstbestu deildini í Colombia, og bestu deildini í Makedonia. Jhon røkjur flestu framrættadu plássini, men er fyrst og fremst áleypari .

 

Undan honum eru Elvio Gelmini úr Argentina og Ruben Møller Nielsen úr Danmark komnir til fealgið útifrá.