Kolumbiskir kúfangarar

Ein kolumbisk kúgv varð herfyri handtikin, tí hon hevði skuldina av einum ferðslóhappi í býnum Giron í Kolumbia

Kúgvin gekk og mól á vegnum í kolumbianska býnum Giron, tá ein kvinna á motorsúkklu koyrdi á hana. Til alla lukku fingu hvørki kúgvin ella kvinnan á motorsúkkluni stóran skaða, men kúgvin var til so stóran vanda fyri onnur í ferðsluni, at løgreglan var noydd at fáa hana av vegnum.

Tá politistarnir ikki funnu fram til eigaran av kúnni, tóku teir hava við á politistøðina.

Um eitt fólk hevði verið skyld í einum slíkum ferðsluóhappi, so vóru hann ella hon sett aftan fyri rimarnar, so hví ikki gera tað sama við eina kúgv, sigur ein talsmaður hjá løgregluni í Giron.

ekstrabladet.dk