Kolumbia vil hýsa HM

Forsetin í Kolumbia, Alvaro Uribe, ætlar, at landið skal hýsa heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2014. Uribe boðaði frá hesum, tá ið hann helt talu til eina stóra ítróttarkapping, sum verður hildin í Kolumbia í hesum døgum. Kolumbia skuldi hýsa HM í 1986, men ein umfatandi jarðskjálvti árið fyri hevði við sær, at endaspælið varð flutt til Meksiko. HM verður hildið upp á skift í ymsum heimspartum, og tað er ein møguleiki fyri, at HM-endaspælið í 2014 skal haldast í Norður- ella Suðuramerika.