Koltursbjarnatænasta

Tveir limir í kendastu bóndaætt Føroya hava í seinastuni verið frammi og úttalað seg um framtíðina hjá búnaðinum í Føroyum. Annar tók risastig inn í nútíðina. Hin gørdi helst føroyskum bóndum eina bjarnatænastu.

Kári á Rógvi

Jóannes Paturson bóndi Heima á Garði í Kirkjubø boðaði frá, at hann ætlaði at selja mjólkakvotuna og leggja seg meiri eftir mentunarligari tænastuvinnu. Hetta er at fegnast um. Tað er nú hálv øld síðani, at omma mín roknaði út, at tað loysti seg ikki at hava kúgv (hon hevði eisini kiosk). Nú á døgum verður jørðin hjá okkum tí í staðin havd til mentan og seyð. Seyðahaldið og alt tað, ið har uppií hongur, er fyri okkum mentan, heilsa, ítróttur og samanhald, ið skapa karmar um so mangt annað.
At bóndin nú eisini gevst at sópa undan neytum er stórhending í Føroya søgu. Tí hetta merkir kanska byrjanina til endan á teirri merkantilistisku tíðini í Føroyum. Við fríhandilssáttmála við Ísland og øðrum slíkum sáttmálum á veg, er eisini greitt, at almennu Føroyar halda, at vit skulu framleiða tað í Føroyum, sum loysir seg at framleiða - og tað, sum brúkarin vil gjalda fyri. Tað er sunt fyri øll at fáa skitt undir neglirnar viðhvørt, men so fá sum gjørligt skulu fáast við mykju burturav.
Eg síggi fyri mær, at tá tað misprýðandi fjósið er tikið niður, verða íløgur gjørdar í fróðskaparsetur, granskingardeplar og mentunarstovnar í Kirkjubø, har forna fróðskaparsetur okkara stóð - og sjálvsagt skal bóndin brúka alla sína tíð uppá at varðveita tað ótrúligu vitan og mentan, ið er bygd upp og ment har á garðinum. Hvør veit, seinni kanska bóndin letur part av haganum frá sær fyri ríkiligt endurgjald, so eisini kirkjubøskingar fáa lut í mentanini við ognarhøgum og traðum?

Heildin
Hin bóndin fór í bløðini at mjarra um traðirnar og ákæra tingmann fyri vina- og kenningapolitikk. Tíverri dugir hann ikki at síggja, at uppskotið at selja traðirnar er fortreyt fyri at bóndur við rímiligheit skulu sleppa at keypa fjós og bø. Hevði hann boðað frá, at bóndur tóku undir, ella hevði hann hildið sín gák, so var alt kanska í lagi, men nú gjørdi hann tíverri ikki tað.
Bóndin, ið eins og eg sjálvur, er meinigur limur í nevndini, ið skal endurskoða landbúnaðarpolitikkin, úttalar seg og sigur, at uppskotið um at lata traðarfólk keypa traðirnar órógvar arbeiðið hjá nevnd okkara. At einstakur nevndarlimur úttalar seg uttan at nevndin hevur hildið fund og uttanum formannin er ikki gamalt.
Temaið í greinini og í virkseminum hjá koltursbóndanum annars er, at tað onkursvegna er ein - og bert ein - rættur máti at gera tingini uppá, og at vit serfrøðingarnir onkursvegna hava innlit í henda rættleika og skulu upplýsa tingmenn um tað rætta, sum teir so fegnir og upplýstir skulu samtykkja.
Hetta er grundleggjandi misfatað, tí tað fólkaræði, vit hava í Føroyum, byggir á, at vit hava alment og opið orðaskifti og síðani taka støðu, um ikki orðaskiftið førir við sær semju. Veljari hevur vrakað henda Bjørn Patursson, ið heldur seg hava rætt at ráða yvir landsins landbúnaðarpolitikki, og valt aðrar inn á ting. Eisini almenni politikkur tjóðveldisfloksins er vinaligur og kenniligur mótvegis traðarfólki, tað stendur í stevnumiðum floksins, at "Neyðugt er sum skjótast... at betra um umstøðurnar... At hava traðir og innløgu av jørð til húsarhaldið."
Eg skilji ikki, at nevnd, ið ikki hevur nakað umboð fyri traðfólkið, skal hava einkarætt at viðgera spurningin um traðirnar. Bóndafelagið umboðar minnilutan (stórbóndurnar) av minnilutanum (bóndunum) av teimum, ið hava almenna almenna búnaðarjørð í hendi (tað eru fleiri traðarmenn enn bóndur).
Vit í óðalsefelagnum hava nógvar limir, ið eisini eru ella hava verið traðarmenn, og vit hava púra alment og opið í fleiri ár mælt til at selja leigarunum traðirnar. Verandi leigutraðir vóru lagdir inn undir greiðum lógarfestum og sáttmálafestum rætti at keypa, treytað av av trøðin varð velt. Vegna óheimilaðan politikk hjá jarðarfyrisitingi, og vegna lump og lirk frá teirri serfrøðinevnd, ið mælti til lógarbroytingina í 1988, eru sølurnar tíverri ikki avgreiddar enn.
Vit í óðalsfelagnum halda tað vera órímilig, óneyðugt og í grundini eisini ólógligt, at so er. Vit halda eisini, at tað ber ikki til við rætti og rímiligheit at grundgeva fyri, at bóndur skulu sleppa at keypa síni fjós, síni sethús og tann bøin, teir hava velt, um ikki tær eftiverandi gomlu leigutraðirnar verða avgreiddar og seldar traðarfólki ella eftirkomarum teirra.

Hvør ræður nú yvir londum?
Skulu vit tosa um vina- og kenningapolitikk, so er tað júst hetta at seta eina nevnd av teimum, ið ikki áttu at havt nakra støðu - fyrisitarar hjá vinnumálaráðnum og búnaðarstovuni, sum skulu umsita politikkin hjá løgtinginum - og teimum, ið hava egin áhugamál - bóndur, ið vilja hava traðirnar frá traðarmonnum, og óðalsmenn, ið antin sjálvir hava leigurtraðir ella øvunda teimum, ið hava.
Mín kæri vinur Henrik Old plagar at prika meg, tá óðalsfelagið kemur á fund í vinnunevndini, við at vísa mær á mjólkakrúss og siga: "hasum framleiða tygur ikki nógv av." Og rætt er tað. Nakrir óðalsmenn hava neyt og framleiða á vinnuligum grundarlagi, men flestir eru ikki í pengaligari vinnu, og flestir okkara halda, at landið heldur átti at stuðla útjaðara og ymsari ráðgevning og gransking enn at bekymra seg um, hvørt tað er fóðurið ella mjólkin, ið er innflutt. Vit hava sum kirkjubøbóndin staðfesta, at tað antin ikki loysir seg ella í øllum førum loysir seg illa at fáast við vinnligan landbúnað, og at nú løgmaður okkara skrivar undir ein fríhaldissáttmála fyri og annan eftir, so er avbjóðingin at umskipa almenna politikkin frá merkantilistiskum royndum at skapa vinnuligan landbúnað til at eina skipan, har nakrir fáir garðar framleiða tær stóru nøgdirnar, aðrir framleiða - fyri egna rokning - tað, ið teir hava hug til, og almenna jørðin verður partvíst privatiserað, og partvíst gjørd veruliga almenn.
Mín støðu er ógvuliga greið. Vit skulu umskipa almennu jørðina í Føroyum til at vera fyri tað mesta antin almenn ella privat, ikki sum nú bæði almenn og privat. Landsjørðin er í dag bert almenn á pappírinum, hon verður rikin privat; tað almenna ger bert av, hvør skal gerast festari ella traðarleigari. Vit áttu heldur at gjørt tað, ið skal rekast privat, til veruliga privat; vit kundu byrja við at latið traðarfólk keypt traðirnar, síðani bóndur keypt fjós, síðani bøin teir hava velt sjálvir. Drúgvari orðaskifti skal helst til, hvat gerast skal við hagarnar. Skulu summir friðast ella plantast? Skulu aðrir gerast ognarhagar? Skulu aðrir, serliga nærhendis stórplássum, leggjast inn til nýggjar leigutraðir til serligar áhugatreytir? Og skulu aðrir seljast festarunum?
Bjarni Djurholm eigur stórt rós uppiborið fyri at hava loyst nakrar av jarðarknútunum.Hann hevur fingið ígjøgnum eina umskipan av jarðarfyrisitingini, reglur fyri umskipan av bóndaskuldini, og hevur orðað arbeiðssetning, ið ger tað møgulgt at loysa ein knútin fyri og annan eftir, tá umræður jarðarpolitikkin. Tað er tí misfatað, tá koltursbóndin sigur, at løgtingið krevur og Bjarni Djurholm mælir til heildarloysnir. Støðan er júst tann øvugta - sonevndar heildarloysnir fyri landbúnaðin eru bæði alt ov truplar at fáa samtyktar og í andsøgn við tann marknaðarbúskap, ið verður brúktur at skapa vælferðina í hesum landi.
Tilmæli mítt til tingfólk skal tí vera at realitetsviðgera fyriliggjandi uppskot, gjarna kalla fólk inn í vinnunevndina og kjakast við tey, men síðani at viga ymsu atlitini móti hvørjum øðrum og taka støðu. Tit eru vald við valluttøku oman fyri 90 % at taka støðu til slíkar spurningar. Tað eru vit ikki.
Verður uppskotið at lata traðarfólk keypa traðirnar felt, boðar tað helst frá, at semja heldur ikki fæst um at selja bóndum fjósini og bøin. Tá hevur Bjørn Patursson við at leika í um traðirnar gjørt bóndum eina ordans koltursbjarnatænastu.