Koltur hevur eina sera vakra og fjølbroytta náttúru. Har er slættur, grønur bøur, høg berg og ein sera vøkur sandstrond. Oyggin hevur at kalla alt, ið eygað kann njóta, og atkomu møguleikarnir gera oynna sera avbjóðandi.
Oyggin, Koltur, er friðað. Í býlinginum, Heima í Húsi, sum er elstur í bygdini, eru varðveittir bygningar, sum hava sín uppruna frá heilt gamlari tíð. Til ber at vitja býlingin – sethús, høsnarhús, fjós, hjallar og sornhús, sum standa fram við Mátaránni. Nakrir bygningar eru í góðum standi, meðan aðrir verða gjørdir í stand. Ætlanin er at varðveita gamla býlingin, sum hann upprunaliga sá út. Ferðafólk, ið hava áhuga í fornlutum, eiga avgjørt at vitja Heima í Húsi.
Til ber at gera gongutúrar í oynni, og bóndin í oynni er ein sera góður frásøgumaður. Á gongutúrunum hava ferðafólk møguleika at síggja skotsku neytini, ið ganga leys í haganum. Hesi neyt eru heilt øðrvísi enn tey, ið vit annars eru von við at síggja. Harafturat verður gingið fram við fuglabjørgum, íbygdum steinum og kirkjugarðinum, ið liggur langt frá bygdini. Hann var bygdur av tilvild í 1850’unum, tá ein maður mátti jarðast í oynni, av tí at ikki slapst av oynni við líkinum. Kirkjugarðurin hevur ikki verið nýttur síðani í 1950’unum, tá seinasti maðurin var jarðaður har.
Til ber at keypa ein bita frá blíðu bóndahjúnunum, sum borðreiða við heimabakaðum breyði við alskyns føroyskum viðskera. Ein serstakliga góður endi á einum avbera góðum túri.