Hetta er sjálvandi bara en søga, ið fjalir veruligu viðurskiftini.
Tað er tíverri ein pínligur veruleiki, at eingi frambrot enn eru nádd í samráðingum okkara um limaskap í EFTA, og eingin sum helst ivi er um, at ófrælsa støða Føroya er ein forðing fyri, at at vit røkka handilsligum sambondum úteftir.
Tað er komið fram og upplýst í uttanlandsnevndini, at samráðingarnar standa í stað.
Størsti trupulleikin er, at ongin tykist rættiliga kunnaður um tað grundarlag og teir vegir, ið landsstýrið roynir at samráðast eftir.
Fyrimunirnir við einum veruligum EFTA-limaskapi, sum Tjóðveldi skjýtur upp, eru:
at vit tá eru í einum væl grundaðum altjóða felagsskapi saman við bæði Íslandi og Noregi (eitt norðuratlantiskt samstarv),
at vit umvegis EFTA-limaskap fáa skipaði viðurskifti við ES gjøgnum EBS-avtaluna. Hetta gevur okkum allar fyrimunir við at verða partur av innara marknaðinum hjá ES uttan at gerast limur,
at vit samstundis kunnu taka lut í handilssáttmálum, sum EFTA ger við triðja lond – eitt nú í Asia og Suðuramerika.
Men landsstýrið arbeiðir als ikki við einum veruligum EFTA-limaskapi.
Samráðingarheimild løgmans er vegna Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne – og tað er tískil danska ríkið, ið skal fáa okkurt slag av limskapi í EFTA.
Hetta útihýsir beinanvegin, at Føroyar umvegis EFTA kunnu fáa skipað samstarv við ES – tí har er Danmark frammanundan limur, og Danmark kann ikki gera ein altjóðarættarligan sáttmála við seg sjálvt.
EBS-samstarvið, sum er størsti vinningur við EFTA-limaskapi, er harvið als ikki á dagsskránni.
Skuldi ætlanin hjá landsstýrinum eydnast, verður bert talan um ein avmarkaðan og – fyri onnur lond – óskiljandi limaskap, har Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne er avmarkaður limur í EFTA og bert tekur lut í virkseminum hjá EFTA, sum snýr seg um sáttmálar við triðjalond.
Hendan óskiljandi og ógreiða støðan er eisini ein av orsøkunum til, at Sveis er sera ivasamt um ætlanir landsstýrisins og rætt og slætt ikki skilja, hví stór orka skal brúkast í EFTA til nakað so avmarkað og ógreitt, sum á ongan hátt kann styrkja EFTA sum felagsskap, men heldur gera hann minni virkisføran.
Uppskot Tjóðveldisins, sum liggur á tingborði, snýr seg um ein veruligan og fullan EFTA-limaskap, har vit taka øll tey stig, ið kunnu beina forðingarnar fyri limaskapi burtur.
Vit skilja ikki ætlanir og royndir landsstýrisins, sum ikki snúgva seg um ein veruligan EFTA-limaskap, men um okkurt avmarkað og fløkt tilknýti til EFTA gjøgnum Danmark.
Vit halda tí fast við, at yvirtøkurnar av teimum har nevndu málsøkjunum – kosta minni enn 20 mió.kr. - kunnu gerast tað frambrotið, ið neyðugt er fyri at fáa gongd á samráðingarnar og røkka málinum um limaskap í EFTA og EBS.









