Koloristur í Focus

Fríggjadagin letur framsýning við klaksvíkinginum Olivur við Neyst upp í Galerie Focus í Havn, og tað eru teir sterku litirnir, ið sermerkja hesa framsýningina

Nýggjastu verkini hjá Olivuri við Neyst eru í hesum døgum at síggja í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu í Havn. Allir málningarnir eru málaðir í hesum árinum.
Ikki óvæntað fyri Olivur við Neyst eru tað teir sterku litirnir og litspælið, sum eyðkennir hesa framsýningina.
? Mær hevur altíð dámað væl sterkar litir, og nógv litspæl er í mínum málningum, sigur Olivur við Neyst, hvørs málningar eru sera koloristiskir.
Listamaðurin sigur, at hann er ógvuliga ávirkaður av sínum umhvørvi norðuri í Klaksvík frá barnaárunum, og hetta gevur honum íblástur til fleiri av hansara málningum.
Hetta sæst aftur í hansara málningum, sum lýsa útróður, fiskivinnu, bátar, fjøll og náttúruna sum heild, so hansara uppruni er ógvuliga eyðsýndur og hann fjalir seg ikki á nakran hátt.

Sýnt fram í Finnlandi
Olivur sigur seg vera fegnan um eitt gallarí sum tað hjá Marionnu Norðoy, tí tað gevur listamonnum møguleika at sýna fram uttan at skula skipa fyri sjálvir. Her er tað eigarin av gallarínum, sum tekur sær av tí praktiska í framsýningunum.
? At vera listamaður er sum at fiska í sjálvdrátti umborð á sluppunum. Tað kann vera sera óstøðugt, men tað liggur altíð okkurt eftir í lippukassanum, tá árið er at enda komið, sigur Olivur. Hann ger nógvar illustratiónir til bøkur, og tað hjálpir væl til.
Olivur hevur sýnt nógv fram seinastu tíðina. Seinast var hann í Finnlandi og sýndi fram saman við Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og eini finskari listakvinnu á eini oyggj í Finnlandi.
Harumframt hevur hann verið við á eini føroyskari framsýning á Den Frie í Keypmannahavn.
Í næstum verður Olivur eisini við á framsýningini á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn. Tann framsýningin letur upp síðst í hesum mánaðinum.