FC Suðuroy hevði undan dystinum framvegis sín fyrsta sigur í Effodeildini til góðar, men í einari roynd at bróta upp úr nýggjum høvdu teir sett verjuleikara teirra, slovenska Sasa Kolman, sum høvuðsvenjara.
Eftir einans eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum hevði Víkingur latið oddasessin frá sær, og skuldu teir royna at halda fast í oddastríðnum vesturi á Eiðinum í Vági sunnudagin.
Dreymabyrjan hjá FCS
Heimaliðið bragdligari fyri, enn vanligt er, og áðrenn allir áskoðararnir vóru komnir at vøllinum, var 1-0 til FC Suðuroy. Teir góvu bóltin upp og settu beina kós mótvegis málinum, og uttanfyri feltið langaði liðskiparin, Palli Augustinussen, til, og bólturin sang í netmeskunum og 1-0 var til heimaliðið. Málið kom eftir bara 20 sekund.
Eitt korter seinni fekk Víkingur ein sera góðan møguleika at javna, tá ið teir fingu brotsspark. Fyrrverandi FC Suðuroy-leikarin, Evrard Blé, varð settur at skjóta, men Stanislav Kuzma í FC Suðuroy-málinum bjargaði skotinum hjá fílabeinsstrandinginum.
1-0 til FC Suðuroy var eisini hálvleiksstøðan.
Atli bjargingarmaðurin
Í seinna hálvleiki var tað Víkingur, sum skapti dystin og hevði stóra yvirvág í spælinum. Lætt var tað tó ikki at bróta seg ígjøgnum tað verjandi heimaliðið, sum kýtti allar liðir í kroppinum fyri at verja um úrslitið og harvið fáa fyrsta sigurin í Effodeildini.
Tað sá leingi út til at hepnast og Víkingur var um hava brúkt øll síni hugskot upp, men í allar seinasta minutti av dystinum bragdaði hjá Víkingi. Ein skotroynd útifrá varð bjargað, men bólturin stakk aftur í spæl, har Atli Gregersen hegnisliga setti bóltin upp í málhornið og aftur hesaferð gjørdist bjargingarmaðurin hjá Víkingi.
Dysturin endaði nevniliga við javnleiki 1-1. Hetta merkir, at tey í FC Suðuroy framvegis bíða eftir fyrsta sigrinum í Effodeildini. Tað byrjar tó at lýsa í myrkrinum.
Víkingur misti møguleikan at halda seg heilt nær EB/Streymi, sum nú er rímiliga greitt oddalið, men halda teir altso framvegis fast í næstfremsta plássinum
albinus@sosialurin.fo