Mat- og dansistøð
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ógvusligar rembingar hava verið á matstovuøkinum í Havn seinasta árið. Mat- ella dansistø eru latin aftur, eru latin upp, fara at lata upp, hava skift eigara, fara at skifta eigara og so framvegis.
Hetta má sigast at verða tann beint øvugta gongdin av tí, ein kundi væntað frá útsagnunum hjá navnframa kokkinum Leif Sørensen og 10 norðurlendskum matambassadørum í fjør, tá teir søgdu, at matstovuvinnan í Føroyum hevur ólivilig kor at virka undir. Ella er tað veruliga so...
Tá matstovan hjá Leif Sørensen, Gourmet, lat aftur í oktober í fjør, segði kokkurin við matportalin Grams.fo, at »Vit hava okurs innkeypsprísir, høgar vínprísir, 25 prosent mvg og vit kunnu ikki seta prísirnir til tað, ið teir áttu at verið, tí tann føroyski marknaðurin er so lítil. Sum støðan er í dag, fremja karmarnir í Føroyum einans steakhouse-, pitsa- og barr-matstovur eftir útlendskum leisti«.
Hesin pástandur kann, við einum skjótum gongutúri gjøgnum Havnargøtur, tykjast rættiliga sannlíkur og hava veruligt hald.
Talan er eisini um eina rættiliga ógvusliga miðsavning av matstovunum kring miðbýin í Havn. Vit taka her eina stutta gjøgnumgongd av teimum broytingum, ið eru farnar fram í matstovu- og barrvinnuni seinasta árið.
Gourmet:
Í tómu hølunum har ein tann fínasta matstovan í landinum helt til áður, verður skjótt aftur grillað, kókað, svitsað og skonkt. Leif Sørensen stongdi eftir sær, tá Gourmet lat aftur, og lykilin er nú í hondunum hjá Hans Andreasen, sum eigir barrina Glitnir, sum heldur til í sama bygningi. Hans Andreasen hevur eina tíð arbeitt við einari ætlan við hølunum uppi á, og í dag sigur hann, at henda verkætlanin er um at vera klár at sjóseta, og bara nakrir snøklar mangla. Tað skal eftir øllum at døma vera nakað, ið ikki er sæð áður í Føroyum...
Sirkus:
Góðar 30 metrar frá Glitnir og í túninum hjá Hvonn, er nú tað nýggjasta skotið á barrtrænum í Havn, Sirkus. Sunneva Háberg Eysturstein, sum er ein av stigtakarunum, vil geva listarfólkunum og øðrum, sum leita eftir einum uppdateraðum og avslappaðum huglagi, pláss í hesum nýggja staðnum.
Hetta nýggja Sirkusið er bygt upp í rovunum av afturlatnu matstovuni Kliché, sum ikki kláraði at fáa nóg nógvar betalandi kundar inn á gólvið, til at hon kundi bera seg.
Kaffihúsið:
Av Nólsoyar Páls torginum og út móti Tinganesi eru vit ikki noydd at ganga serliga langt, áðrenn vit koma til Kaffihúsið. Kaffihúsið lat upp í desember mánaði í nýrenoveraðu hølunum í kjallaranum og miðhæddini hjá Fiskimannafelagnum. Kaffihúsið bjóðar lættar rættir, brunch og kaffi, og vendir sær til tann breiða skaran av fólki.
Írska pubbin:
Longur úti móti Tinganesi er ætlanin í hesum árinum at gera eina írska pub. Sosialurin hevði í mai mánaði í fjør samrøðu við írska hotelstjórin John Coyle úr Galway, sum tá júst hevði vitjað í Føroyum fyri at kanna møguleikan at lata upp írska pub. Ein nevndur møguleiki var í komandi nýggja bygninginum hjá Bátafelagnum. Tann bygningurin er tó ikki komin nakað serligt longri síðani mai í fjør.
Resturant Barbara:
Hinumegin Reyn, í Baianstovu niðri í Gongini verður í løtuni arbeitt við at gera klárt til matstovuvirksemi. Matstovan eitur »Restaurant Barbara«. Hon verður í samanbygdu húsunum Baianstovu og á Kamarinum, men eigararnir eiga eisini grannahúsini Dandastovu og Nýggjustovu.
Økið niðri í Gongini í Havn er elsta búseting í býnum. Fara vit aftur í miðøldina, so kallaðist býlingurin »heima í Havn«, meðan hin býlingurin í býnum, úti á Reyni, har sum kirkjan stóð, kallaðist »úti í Havn«.
Matstovan fer at hava eina franska à la carte matskrá við føroyskum serrættum. Konseptið er íbirt av søgnuni hjá Nýggjustovu. Søgufrøðingar siga, at hetta eru av elstu sethúsum í Føroyum, sum upprunaliga eru bygd fyri ár 1600. Nógv søga knýtir seg at húsunum. Tað var har, at Bente Christine Broberg, betur kend sum Barbara í skaldsøguni hjá Jørgeni-Frantz Jacobsen, var fødd í 1667. Ætlanin er eisini at hava onnur ferðavinnutiltøk við í konseptinum.
Áarstova:
Hinumegin Gongina, millum Café Natúr og Baianstovu, er ætlanin 1. mars at lata nýggja café og matstovu upp. Hetta verður í hølunum í gomlu Knútsstovu, fyrrverandi Hotel Djurhuus, men skal matstovan eita eftir grannahúsunum norðanfyri, Áarstovu.
Carello:
Longri úti á keiini, har tann gamli Kaffivognurin stóð, stendur í dag ein nýggjur bygningur, sum hýsur einari italienskari matstovu, sum hevur fingið navnið Carello.
Nýggja (apotek):
Barrin í kjallaranum hjá Hotel Hafnia á Áarvegnum, fyrr kallað Einglabarrin, hevur fingið eina »andlitslyfting« og hevur broytt navn. Nýggja navnið skuldi eftir ætlan verða Nýggja Apotek, men rok stóðst um hetta navnið, og stendur tí í dag bara »Nýggja« á rútinum.
Mica:
Við Steinatún er nýggj barr og café latin upp, sum eitur Mica. Mica er nú vorðið eitt av vælumtóktu náttarstøðunum. Um dagin er hetta ein café, har borðreitt verður við lættari rættum.
La Terasse:
Seinasta árið hava nógvar broytingar verið í kjallaranum undir Rio Bravo. Eftir at náttklubbin Cippo lat aftur, keypti Mouldi Manai aftur staðið og gav tí eina andiltslyfting. Nýggja navnið bleiv til La Terasse, og stutt eftir varð staðið og konseptið aftur selt nýggjum eigarum.
Manhattan:
Pubbin Manhattan hevur eftir øllum at døma fingið nýggjan eigara. Hans Jacob Garðalíð hevur keypt pubbina, sum frameftir fær eitt nýtt konsept og fer at eita Plan B.
Eclipse:
Dansistaðið Eclipse fekk fyri kortum nýggjan (gamlan) eigara við Havgrími Johannesen. Náttklubbin takkaði um vikuskiftið fyri hesaferð, og verður nú farið undir at umbyggja og gera eitt heilt nýtt konsept, sum eftir ætlan verður klárt síðst í februar mánaði.
Zitouna:
Longri uppi í býnum, á Niels Finsensgøtu, har Patio eitt stutt skifti var opið, er í dag ein nýggj matstova latin upp við navninum Zitouna.
Tað er Erik Johansen, sum eisini hevur Carthage í gomlu Hvítu Kiosk á hornini Sjúrðargøta, sum hevur latið nýggju matstovuna upp.
Merlot:
Resturant Merlot, sum var ein av teimum heilt fínu matstovunum í Havnini, er tann einasta matstovan, sum er afturlatin, og har tað okkum vitandi, ongar ætlanir eru um at fara undir nýtt virksemi í løtuni.
Fleiri rembingar á veg
Gjøgnumgongdin omanfyri staðfestir, at tað seinasta árið hava verið ógvusligar rembingar í matstovu-, café- og náttklubbavinnuni í Havn. Hetta merkir eina økta kapping um teir somu gestirnar, og hevur henda økta kappingin við sær, at fleiri av verandi støðum í Havnini fara at skipa seg av nýggjum og byggja um.
Spurningurin er so, um tað er pláss fyri nøkrum av teimum veruligu matstovunum, ella um pástandurin hjá Leif Sørensen um, at pláss er bert fyri »steakhouse-, pitsa- og barr-matstovum eftir útlendskum leisti« fer at halda.
Eitt er í øllum førum vist, og tað er at havnafólk hvørki noyðast sita svang ella tyst, tí útboðið er rættiliga stórt.









