Týski bilrisin, Mercedes, hevur ment eitt nýtt slag av motorum. DiesOtto eitur nýggi motoruin, sum verður sambært Automotives News Europe verður frumsýndur á stóru bilamessuni í Frankftur í septmber mánaði. Talan er um eina samanrenning millum bensin- og dieselmotorin, og tað eru imponerandi tøl, sum koma úr hesum. Mett verður, at ein fýrastrokaður motorur upp á 1,8 litrar gevur eina megi á 240 hk, samstundis sum hann hevur upptrekkið hjá bensinmotorinum og momentið hjá dieselmotorinum. Samstundis verður talan eisini um ein sera orkusparandi motor, har sjálvt stórar limousinur ætlandi skulu koyra um 16 kilometrar upp á liturin.










