Í dag fara vit allarhelst undir eitt nýtt tíðarskeið í Føroya søgu. Eftir tí, sum er komið fram, fer fyrsta oljusamtakið at royndarbora eftir olju. Gongur eftir ætlan fáa vit um nakrar mánaðir at vita, um olja er í føroysku undirgrundini. At tað er olja, ivast oljuserfrøðingar ikki í. Spurningurin er meiri, um hon er í størri nøgdum, og um tað loysir seg at fáa hana upp.
Verður rakt við olju í stórum nøgdum er tað einki annað enn ein kollvelting, sum ein tann fremsti talsmaðurin í føroyskum oljuhøpi, Johan Mortensen, umboðsmaðurin hjá oljufelagnum Anadarko, segði í samrøðu við Fregnir fríggjadagin. Ein komandi oljuvinna kann broyta føroyska samfelagið so nógv, at tað er ein kollvelting í sjálvum sær. Men ein kollvelting kann bæði hava hepnar og skaðiligar avleiðingar. Hon kann eisini kollrenna land og fólk.
Møguliga sær Johan Mortensen í so nógv tær hepnu avleiðingar. Men, sum hann sigur, er ein komandi oljuvinna ein ómetalig stór avbjóðing fyri føroyingar og Føroyar ? ikki minst fyri føroyskar myndugleikar. Higartil hava føroyskir myndugleikar staðið seg væl. Onkur sigur í so væl, tí oljufeløgini hava róst teimum so nógv. Men tað er at fegnast um, at vit hava eitt professionelt aðalstýri.
Venda vit aftur til avbjóðingarnar, sammetir umboðsmaðurin hjá Anadarko eina oljuvinnu við hendingar sum tá Rybergshandil virkaði í Føroyum og tá vit fingu fríhandil. Spurningurin er, um her er nakað sammetingargrundarlag. Avbjóðingin er nógv størri, og avleiðingarnar kunn verða nógv álvarsamari ? báðar vegir, um stýringin ikki er góð.
Taka vit avleiðingarnar sum eina avbjóðing, hava hvørki fjølmiðlar, myndugleikar ella meiningssmiðir viðgjørt avleiðingar nóg væl. Eitt nú avleiðingarnar fyri húsaprísir, prísin at leiga, og tað árin, sum ein komandi oljuvinna hevur á samfelagið og lokalsamfelagið. Hesin tátturin er ikk nógv væl fyrireikaður afturímóti føroyskari vinnu, sum er væl fyrireikað. Ikki bara lokalt, tí hon hevur sanniliga lagt á tann bógvin, at eisini kann og virkar uttanlands. Takkað verið m.a. Menningarstovuni.
Er olja, mugu vit av álvara fyrireika okkum til broytingar høvuðsvinnuni og aðrari vinnu við, tí í kappingini um løntakararnar vinnur tann væl rindandi oljuvinnan helst. Men enn er tíð til slíka umhugsan. Mangan er kastað Sosialinum fyri, at olja er so nógv umrødd í blaðnum, men vit hava verið sannførd um, at hetta hevur verið eitt stórt og spennandi mál ? ja, sum kann gerast ein kollvelting ? og vit fara framhaldandi at fylgja við og veita lesarum okkara holl og alítandi tíðindi um hetta evnið.