Kollveltandi kvinnubóltur

– Kropsliga styrkin hjá kvinnum er umleið ein triðing minni enn hjá monnum, so í veruleikanum er tað eitt sindur órímiligt, at tær skulu spæla við sama bólti sum menninir, sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnunum, Álvur Hansen, sum eisini er fysioterapetur. Hann heldur nýggja kvinnubóltin ljóða spennandi

Kvinnufótbóltur: Danskarar hava ment ein nýggjan fótbólt, Sensational 1, sum er skraddaraseymaður til kvinnur. Hann er 65 sentimetrar í ummáli, vigar 360 gram, hevur 92 prosent av støddini á einum vanligum bólki, umframt at hann er »fastur í tí«, so talan er um ein lættan bólt, ið tó ikki kennist ov lættur.
– Vanliga hava kvinnur ikki havt annað val enn at spælt við tunga fótbóltinum í stødd 5, sum er gjørdur til mannfólk. Vansin er bara, at tann bólturin ger, at kvinnur eru í seks ferðir størri vanda fyri at fáa skaða – serliga rundan um knø og fótliðir – tí bólturin er stórur og vigar nógv, samstundis sum hann tekur ferðina av spælinum, sigur Majken Gilmartin, gentuvenjari hjá B93, ið er ein teirra, sum eigur hugskotið til nýggja bóltin.
Bólturin er millum annað minni til ummáls, so hann svarar til støddina á kvinnufótinum. Kvinnur hava sum oftast styttri føtur enn menn, so tí má bólturin vera eitt sindur minni, skulu tær raka hann á sama staði á fótinum, sum menn gera.
Majken Gilmartin og hini, sum hava ment henda nýggja bóltin, vísa eisini til kanningar, sum siga, at kvinnur hava betri hug at íðka liðítrótt, enn at renna. Somuleiðis verður víst á, at FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sigur seg rokna við, at í 2014 eru líka nógvar kvinnur sum menn, ið spæla fótbólt.
– Tað, at bólturin er lættari, fer at gera kvinnufótbólt meira áhugaverdan, og tí fer hann eisini at verða tikin meira í álvara. Við nýggja bóltinum verður tað søga, at gentur og kvinnur ikki kunnu fáa bóltin ordiliga innfyri, tá tær skjóta eitt nú hornaspark, sigur Majken Gilmartin um bóltin, sum longu er seldur til Týsklands, umframt at FIFA hevur víst honum stóran áhuga.

Ljóðar áhugavert
Sum skilst, er hesin nýggi bólturin ikki komin til Føroya enn, men fleiri vita um hann, so tað kundi verið so skjótt, at Sensational 1 eisini sást á føroysku vøllunum, tá kvinnur vandu og spældu dyst.
– Kropsliga styrkin hjá kvinnum er umleið ein triðing minni enn hjá monnum, so í veruleikanum er tað eitt sindur órímiligt, at tær skulu spæla við sama bólti sum menninir. Eitt nú í kvinnuhondbólti spæla tær við einum minni bólti, so aðrar ítróttargreinar duga at síggja munin og gera nakað við hann, sigur venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Álvur Hansen, sum eisini er fysioterapeutur.
– Munur er á kvinnufótbóltinum í Føroyum og aðrastaðni, tí okkara klára gjøgnumgangandi ikki at skjóta líka hart og langt. Vit síggja ikki serliga nógvar 50 metra langar sendingar í føroyskum kvinnufótbólti, men tað høvdu vit helst gjørt við einum minni og lættari bólti, sum óivað vildi gjørt spælið meira áhugavert. Fyri nøkrum árum síðani brúktu vit eisini smærri bóltar hjá kvinnunum.
Álvur Hansen heldur, at skal hesin nýggi bólturin til Føroya, so má Fótbóltssambandið onkursvegna standa fyri tí, so bólturin verður brúktur til venjing og dyst allastaðni.
– Ein lættari bóltur hevði bara verið ein fyrimunur á okkara stigi, tí tá hevði borið til at gjørt ting við bóltinum, sum eru áskoðaravinarligari, og eisini hevði tað verið stuttligari hjá gentunum at sparkað longur og gjørt fleiri finessir. Vit vita jú, at fráfallið er so stórt, tí genturnar ikki halda seg vera nóg góðar, men tað kundi ein nýggjur bóltur kanska gjørt nakað við, sigur landsliðsvenjarin.
– Enn kenni eg ikki annað til henda bóltin, enn eg havi lisið meg til, men sum tað ljóðar, er hetta ein seriøs og lovandi roynd at flyta kvinnufótbóltin upp á eitt hægri stig. Um hesin nýggi bólturin fekk eina góðkenning frá FIFA, kundu vit í Føroyum kanska verið millum tey fyrstu at tikið við honum, so vit beinanvegin kundu fingið gagn av teimum fyrimunum, ið fylgja við.