Kollvelta avgerð hjá undanfarnu samgongu

Nú skal Landsbankin nevniliga setast á stovn aftur

Landsbankin skal setast á stovn aftur. Og tað skal vera frá 1. mai. Tað staðfestir nýggja CEF samgongan.

 

Nú tey eru í ferð við at leggja síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, er tað ein partur av henni, at Landsbankin skal setast á stovn aftur tann 1. mai.

 

Og tey, sum skulu manna nýggja Landsbankan, verða ikki arbeiðsleys, tí samgongan sigur, at Landsbankin skal vera ein óheftur, tjóðarbúskaparligur stovnur, ið skal virka fyri fíggjarligum støðufesti.

 

Hann skal eisini umsita gjaldføri, fíggjarogn og skuld landsins og gera búskaparfrágreiðingar.

 

Hann skal eisini  geva ráðgeving, og virka sum fíggjarligt váðaráð, ið skal hava yvirskipað eftirlit við fíggjarligu váðunum í føroyska búskapinum.

 

Samgongan metir, at teir átta mánaðirnar næsta ár, Landsbankin fer at virka, fer hann at kosta 5,3 milliónir krónur.

 

Og tað skal fíggjast við at taka 2,6 milliónir krónur frá Gjaldstovuni og 1,2 milliónir krónur frá Hagstovuni. Harafturat skulu 1,5 milliónir afturat játtast til Landsbankan í sambandi við endurstovnanina, og sostatt verður játtanin tilsamans 5,3 krónur, sigur samgongan.