Kollfjarðatunnilin opin aftur

Fyrr í dag boðaði løgreglan frá, at Landsverk heitti á fólk um ikki at koyra ígjøgnum Kollafjarðatunnlin.

 

Orsøkin var, at nógvur roykur og oljuluktur var í tunlinum, og at sýnið var vánaligt.

Tí varð heitt á bilførarar um at koyra eftir Oyggjarvegnum í staðin.

Men nú eru trupulleikarnir loystir, og løgreglan sigur, at nú er tunnilin opin aftur.