Kollfirðingar tóku stikkið

KÍF megnaði akkurát at knógva VÍF, tá oddurin í Atlantic Airways-deildini hittast í dag

 

 

Talan var um intensan, ferðmiklan og tættan dyst, tá tey bæði fremstu mansliðini í landinum spældu í Vestmanna.

 

Myndir frá dystinum síggjast her

 

Tað eydnaðist KÍF at vinna dystin, hóast teir fáar minuttir fyri dystarlok vóru aftan fyri við tveimum málum.

 

Fyrra hálvleik tóktist KÍF annars hava tamarhald á, tá teir miðskeiðis í hálvleikinum lupu fýra mál framum, men beint undan steðginum togaði VÍF seg aftur upp á javnt.

 

Eftir steðgin var tað VÍF, sum fyri tað nógv hevði betri takið, og tá bert fáir minuttir vóru eftir at spæla, vóru teir tvey mál frammanfyri. Kollfirðingar stríddust tó sum vant til seinasta bríksl, og við einum megnarháli vunnu teir sær eina tepra leiðslu, sum teir eisini megnaðu at halda til seinasta bríksl.

 

VÍF-KÍF 29-30 (14-14)