Kollfirðingar skriva søgu

Kappróður gentur 14 – 16 ár: Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava gentur úr Kollafirði vunnið FM

Tað gekk, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, tá ið yngru genturnar kappaðust í góðveðrinum á ólavsøku. Kjósin úr Kollafirði var favorittur, og Kjósin vann í dag. Tað var ein lítil bátslongd aftur til Spógvan av Glyvrum, sum vann heilt tætta og spennandi kapping um silvurkrónurnar við Títling hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at bátur við kvinnumanning úr Kollafirði hevur vunnið FM, og hetta er fyrsta ferðin í 27 ár, at bátur úr Kollafirði er meistari.

 

-

 

1Kjósin (KÍF)04:50.02
2Spógvin (NSÍ)04:52.13
3Títlingur (HR)04:52.38
4Malunarhav (ÍF)04:53.13
5Ingibjørg (HR)04:54.40
6Drekin (HR)05:00.05
7Tistil (FSR)05:15.43
8Beinta (MR)05:18.26

 

stavnur.fo

 

-

 

FM úrslitið

 

1Kjósin (KÍF)34
2Malunarhav (ÍF)29
3Títlingur (HR)28
4Spógvin (NSÍ)23
5Drekin (HR)22
6Ingibjørg (HR)19
7Tistil (FSR)4
8Beinta (MR)3
9Ternan (NSÍ)0