Kollfirðingar kunnu aftur drekka vatnið

Aftaná at drekkivatnið hevur verið dálkað í fleiri dagar, kunnu kollfirðingar loksins aftur drekka beinleiðis úr krananum.


Tórshavnar kommuna skrivar nevniliga á síni heimasíðu í dag, at nýggjastu kanningarnar av drekkivatninum hava staðfest, at ongar bakteriur eru í tí.


Tað var í síðstu viku, at kommunan av fyrstan tíð mátti mæla kollfirðingum at kóka drekkivatnið, tí vegna umvælingar, so varð vatnið vorði dálkað. Royndirnar av drekkivatninum næstu dagarnar staðfestu eisini, at bakteriur vóru í vatninum.


Tann trupulleikin er loystur nú royndirnar vísa, at drekkivatnið er reint á Signabø, á Langasandi og Norðuri í Sundum.