Kollfirðingar hava trupulleikar við drekkivatninum

Hóast tekniska brekið á vatnverkinum í Kollafirði varð umvælt í síðstu viku, so verður enn mælt kollfirðingum til at kóka drekkivatnið.


Kanningar hjá Tórshavnar kommunu vísa nevniliga, at drekkivatnið enn er dálkað á einum staði.


Tríggjar mátingar vórðu gjørdar í gjár. Á Signabø og á Langasandi varð ongin bakteria funnin í vatninum, men royndir Norðuri í Sundi staðfestu, at átta koliformar bakteriur vóru í vatninum.


Tórshavnar kommuna upplýsir á heimasíðuni, at nýggjar kanningar verða gjørdar einaferð um dagin, og at kókitilmæli stendur við til ongar bakteriur verða staðfestar í vatninum.