Frá 1. apríl at rokna verða tað IR Lastvognar í Kollafirði, sum fara at hava ruskinnsaningina í Havn um hendi. Seinastu sjey árini hevur Jón Thomasen í Kvívík havt ruskinnsavningina.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt ein sjey ára sáttmála við IR lastbilar, og møguleiki er fyri at leingja í eitt ár.
IR lastbilar hava keypt spildurnýggjar bilar at savna inn ruskið í kommununi. Tríggir bilar fara at røkja uppgávuna, og so er ein eyka bilur til taks.
Tað verður so eisini nýggi veitarin, sum fer at bera húskjum nýggjar ruskposar, hetta eisini í komandi viku.