Kollfirðingar einsamallir á finaluplássi

KÍF vann oddadystin ímóti VÍF fyrr í kvøld

Ein dystur er blivin spældur í FTZ-deildini hjá monnum í dag.

 

Liðini, ið hittust, vóru KÍF og VÍF, sum undan dystinum vóru ájøvn í stigum. Bæði liðini høvdu 13 stig undan dystinum, og kvøldsins dystur varð spældur í Kollafirði.

 

Og tað vóru heimamenninir úr Kollafirði, ið drógu longra stráðið. Dysturin endaði 31-28 eftir hálvleiksstøðuna 15-14.

 

Úrslitið merkir, at KÍF er einsamalt á seinna finaluplássinum við 15 stigum. Á triða plássi eru vestmenningar, sum hava 13 stig.

 

Aðrastaðni á síðuni ber til at hoyra ljóðsamrøðurnar, ið Tróndur Arge hevði við ávíkavist Heina Hanusarson hjá VÍF og Andrias Nielsen hjá KÍF.

 

Málskjúttarnir í dystinum kunnu síggjast niðanfyri.

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Andrias Nielsen 6, Teitur Joensen 5, Rúni Joensen 4, Fríði Weyhe 3 og Jákup Trygvason 3.

 

VÍF: Filip Jojic 10, Julian Olsen 7, Áki Egilsnes 6, Hanus Christophersen 3 og Nuunu Lars Olsen 2.