Stórsteypadystir: Í morgin verða stórsteypadystirnir í hondbólti á skránni í Hoyvíkshøllini.
Hjá kvinnunum spæla Neistin og VB klokkan 15, og hjá monnunum spæla KÍF og StÍF klokkan 17.
Teitur Joensen hjá KÍF vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2. Hann staðfesti, at tað er ein broytt manning hjá KÍF, sum fer í holt við kappingarárið 2013/14, men teir ætla at leggja út við at fáa fyrsta steypið til høldar í morgin. Teitur væntar eins og mong onnur, at talan verður um eina sera javna kapping í Atlantic Airways kappingini hjá monnum, har eisini Team Klaksvík og Neistin verða væl við í ár.
Tað ber til at hoyra prátið við Teit Joensen undir myndini.