Tað kemur alsamt fleiri og fleiri fólk út á Femøren at lurta eftir føroyskum tónleiki. Nú hevur Signar í Homrum júst verið á palli, og næstur at framføra er navnframi Sámal Ravnsfjall.
Signar hevði eisini onkra gestasangari, og tað var bygdafelagi hansara, Jens Marni Hansen, sum hann jú eisini spældi saman við í kenda bólkinum Kjølar, ið var nógv frammi í 90'unum.










