Kollfirðingar vunnu botnstríðið

KÍF ? Kyndil 26-20

 

Í einum týdningaleysum dysti í høllini í Kollafirði, eydnaðist tað KÍF at vinna seg á Kyndli seinnapartin. Úrslitið gjørdist 26-20.

Tað sást týðiliga á spælinum, at liðini í løtuni ikki hava stórvegis at spæla um. Við sigrinum eru tað nú fýra stig, sum skilja kollfirðingar frá Kyndli, sum er á fimta plássinum.