HONDBÓLTUR
KÍF og StÍF hittust í gjár til ein sannan bronsudyst. Vinnandi liðið fekk bronsuna, og tað gjørdist KÍF, sum dróg longra stráið.
Kollfirðingar byrjaðu betri, og teir høvdu ein mun á 2 – 4 mál meginpartin av fyrra hálvleiki.
Daniel Rapa var sera góður í fyrra hálvleiki. Hann smekkaði bóltarnar in eftir vild, og Marian fekk einki gjørt við teir.
Damir Oros var mansvardur allatíðina, og hetta gav gott pláss til Daniel, sum ikki smæddist at skjóta útifrá.
Bárður Danielsen mansvardi Damir Oros, og tað megnaði hann bara væl. Damir skoraði nøkur mál uppá uppstilling til fríkast, men annars fekk hann ikki so nógv burturúr.
Hóast hann var mansvardur, gjørdist Damir toppskjútti við 13 málum. Hjá KÍF vóru málini fordeild yvir einans 5 leikarar, meðan 10 leikarar hjá StÍF skoraðu.
Lág leikferð
Dysturin í gjár var ikki tann mest áskoðaravinarligi. Tað var sera lítil ferð á álopinum hjá báðum pørtum.
Hjá kollfirðingum var Damir Oros mansvardur, og tí fingu ter ongantíð spæli at glíða frá einum vongi til hin. Tað var einmansavrik frá serliga Daniel og Damir, sum gjørdu útslagið fyri KÍF.
Hjá StÍF riggaði heldur ikki væl í álopinum. Finnur, Leivur og Sveinur spældu í bakkketuni, og teir tóktust ikki at vera heilt samanspældir. StÍF megnaði í øllum førum ikki at finna tað skjóta spælið fram, sum einaferð var eyðkenni hjá liðnum.
StÍF spældi ein yvirgang við tveimum strikuspælarum, og tí gjørdist heldur ongantíð talan um flótandi spæl. Kollfirðingar nýttu eisini møguleikan til at mansverja antin Sveinur ella Finn, tá ið strandingar høvdu eina útvísing.
Sigurin ongantíð í vanda
StÍF fekk strítt seg upp beint áðrenn hálvleik. Eftir hálvleikin hingu strandingar í eina løtu, men kollfirðingar høvdu tó allatíðina eina trygga leiðslu á í minsta lagi 2 mál.
Ingi Johannesen á vinstra vongi hjá KÍF var tryggur, tá ið hann varð spældur í gjøgnum.
Bárður Danielsen varð tikin út í seinna hálvleiki, og tað sást aftur á Damir. Hann byrjaði at skora eftir vild, beinanvegin tá ið Bárður var farin út.
Óla Kristjan í málinum hjá KÍF yvirskuggaði Marian hendan dagin. Gert og Rógvi stríddust eisini væl.
Í seinna hálvleiki sá út til, at strandingarnir longu vóru farnir í summarferiu. Teir gjørdu nógvar feilir og høvdu torført við at skora.
Tað var tó stuttligt at síggja at tveir ungir leikarar, Rúni Niclassen og Sjúrður Djurhuus, sloppu at royna seg ein góða løtu. Teir skoraðu 2 mál hvør og spældu rættiliga væl.
Hesir eru tveir av leikarunum, sum strandingar vænta sær nógv av í framtíðini. Tað verður spennandi at fylgja teimum framyvir.
Krúnan á kappingarárinum
Tá ið samanumkom tóktust øll í høllini væl nøgd við at KÍF vann bronsuna. Viðhaldsfólkini hjá StÍF untu kollfirðingum tað væl, og leikararnir hjá StÍF tóktust ikki so skuffaðir. Møguliga tí at teir hava vunnið steypakappingina í ár.
Viðhaldsfólkini hjá KÍF bakkaðu sum altíð væl upp um sítt lið. Tey vóru møtt fjølment og hoyrdust nógv betri enn heimaáskoðararnir.
Samanumtikið kann sigast, at bæði leikarar og viðhaldfólk hjá KÍF vóru nógv grammari eftir bronsuni, enn strandingar vóru.
Fakta:
Málskjúttar:
StÍF: Leivur Justinussen 8, Finnur Hansson 6, Mortan Hansen 3, Sjúrður Djurhuus 2, Rúni Niclassen 2, Sveinur Justinussen 1, Andre Danielsen 1, Borgar Danielsen 1, Bárður Danielsen 1
KÍF: Damir Oros 13, Daniel Rapa 8, Gert Hansen 4, Rógvi Weihe 4, Ingi Johannesen 3
Útvísingar: StÍF 3, KÍF 4
Dómarar: Sámal Paulason og Kristian Johansen