Kollfirðingar og leirvíkingar á vitjan

Fyrrapartin mikudagin vitjaðu tveir skúlaflokkar á Sosialinum, annar var 3. flokkur úr Kollafirði og hin 3. flokkur úr Leirvík.

 

Hesir flokkar eru vinaflokkar, tí tey hava skrivað saman síðani tey fór í skúla.

Tey hava fyrr verið á vitjan seinast, m. a. hava tey vitjað á brennistøðíni á Hagaleiti í Leirvík, tey hava havt onkran ítróttardag saman, og eftir vitjanina á Sosialinum, har tey fingu eitt lítið innlit í, hvussu eitt blað verður til, gekk leiðin út á Velbastaðvegin at vitja Fóm ís, og síðan niðan í Noðurlandahúsið.