Kollfirðingar gjørdu sítt til, at skuldu hini úrslitini laga seg eftir vild, vóru teir klárir at koma í finaluna. Men hóast teir vunnu á hoyvíkingum við sjey málum, rakk tað ikki til finaluna, men gav kortini KÍF bronsu.
? Tað er fínasta slag, at vit fáa bronsu, tí hetta var nokk tað, tað kundi røkka til hjá okkum, sigur strikuspælarin, Gert Hansen, sum ? eins og restin av liðnum ? var eitt stórt smíl, tá hann hevði fingið heiðursmerkið um hálsin.
H71 var meistari í fjør, men endar aftast í ár, og tað harmast Dánjal Tórgarð um: ? Liðið hjá okkum hevur tó ikki verið tað sama, so vit máttu bara sanna, at tað er strævið at skula verja eitt meistaraheiti, segði hann.
Teir báðir vóru eisini toppskjúttar fyri lið síni í dag, tí Dánjal Tórgarð skjeyt 10 mál fyri H71 og Gert Hansen níggju mál fyri KÍF.
H71-KÍF 25-32 (11-16)