KÍF-Tjaldur 19-23
Hondbóltur
Framgongdin hjá hondbóltsliðnum úr Runavíkini tykist at standa við. Síðani nýggju leikararnir komu til landið, hevur liðið vunnið tveir av heimadystum sínum, og mikukvøldið kom so fyrsti útisigurin til høldar.
Hetta hendi, tá Tjaldur vitjaði í Vestmanna, har kollfirðingar framvegis spæla sínar heimadystir.
Koppaði í seinna
KÍF var annars oman á so at siga allan fyrra hálvleikin, og teir vóru eisini á odda við tveimum málum, tá farið varð inn í skiftirúmini eftir 30 minuttir.
Tíðliga í seinna hálvleiki koppaði alt tó fullkomuliga á høvdið, og tá eitt korter var farið, vóru gestirnir brádliga á odda 18-14.
KÍF fekk minkað nakað um munin aftur, men nærri enn tveimum málum kom teir ongantíð, og seinastu løtuna kundu runavíkingarnir sláa sigurin fastan.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Sune Davidsen 3, Vagnur Johannesen 3, Regin Petersen 3, Petur Martin Poulsen 3, Petur Martin Johansen 2, Kristian Madsen 2, Tomic Durica 2(1), Fríðrik Joensen 1
Tjaldur: Mortan Hansen 6, Zoran Sarcevic 5(1), Jens Martin Knudsen 4(1), Svein í Heiðunum 2, Sverri Justinussen 2, Arnfinn Langgaard 2, Ken Berendsen 1
Brotskøst: KÍF 1, Tjaldur 4
Útvísingar: KÍF 6, Tjaldur 5
Dómarar úr Kyndil: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen










