Manshondbóltur
KÍf nýtti mikukvøldið til at prógva, at tað als ikki er av tilvild, at liðið nú er í ferð við at toga seg upp móti ovaru liðunum á stigatalvuni. Eftir sigurin á VIF var uppgávan hesa ferð Tjaldur á útivølli, og hóast hetta á pappírinum ljóðaði nakað lættari, so tóku kollfirðingarnir sær ikki av løttum í Runavíkini.
Sæð burtur frá frá fyrsta góða korterinum, har vertirnir vóru væl við, so vóru tað kollfirðingarnir, sum sótu á tí mesta, og tá Tjaldur framvegis ikki tykist hava orku at spæla ein heilan dyst, so tók av álvara at dragna undan steðginum.
Fyrstu løtuna eftir steðgin punkteraðu kollfirðingarnir dystin fullkomuliga, tá teir øktu úr 16-11 í 23-13, og so var sum so ikki meira at spæla um. Við eitt sindur størri nærlagni kundi sigurin enntá verið væl størri, men tað kann sum so vera tað sama. Týdningarmest var, at stigini vórðu fingin til høldar, og hetta varð eisini gjørt uttan stórvegis hóvasták.
Nærkast oddinum
Sum úrslitini í hinum dystunum lagaðu seg, so merkti úrslitið, at KÍF eftir eina stigaleysa byrjan nú bert er fýra stig frá avgjørda oddinum, har StÍF, Neistin og VÍF eru púrasta ájøvn.
Hvørt tað veruliga skal eydnast kollfirðingunum at ota seg heilt nær toppdinum, fæst kanska ein góð ábending um, tá teir sunnudagin taka ímóti StÍF.
Hjá Tjaldri vil hinvegin einki bera til í løtuni, men onkrir glottar eru tó kortini at hóma. Sverri Justinusse ner loksins komin við aftur á liði, og tá Mortan Hansen innan alt ov leingi aftur sleppur at royna seg í dysti, kann væl vera, at teir fara at arga, men skal hetta gerast veruleiki, er helst neyðugt, at venjingarstøðan á liðnum verður betrað, soleiðis at orkan er til staðar í 60 minuttir.
Dysturin í tølum
Tjladur-KÍF 21-32 (11-16)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 9(5), Sverri Justinussen 3, Ken Bærendsen 3, Arnfinn Langgaard 2, Zoran Sarcevic 2, Áki Hansen 1, Tórhallur Thomsen 1
KÍF: Damir Oros 9(2), Vagnur Johannesen 8, Petur Martin Poulsen 6, Hallur Hansen 3, Kristian Madsen 3, Jónálvur Johannesen 2, Mirko Milinkovic 1
Brotskøst: Tjaldur 5, KÍF 2
Útvísingar: Tjaldur 1, KÍF 2
Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (beinleiðis reytt)