Kollfirðingar hava beina kós

Hesa ferð spældi KÍF á útivølli móti StÍF, sum við nýggjum venjarum við stýrisvølin skuldu royna at venda gongdini.

Men hetta eydnaðist tó ongan tíð hjá StÍF. Talan var støðugt um ein javnan dyst, og fyri steðgin var tað heimaliðið, sum var omaná.

Tað vóru teir eisini, ti ltað bara restaðu einir átta minuttir av dystinum. Tá togaði KÍF og Niklas Reginsson seg framum, og við eyðkenda stríðsviljanum lótu teir ikki StÍF sleppa upp í part aftur.

 

Fyri StÍF var Gabriel Stanciu besti málskjútti við 7 málum. Niklas Reginsson skeyt 10 av málunum hjá KÍF.

 

StÍF-KÍF 26-28 (15-13)