Kollfirðingar ger innrás í Norðradali

Hesa komandi tíðina fara 39 næmingar úr Kollfjarðar skúla at ganga í Norðradali. Hóast vítt er til fjals og fjøru, so sleppa teir bert at spæla í lítla skúlagarðinum. Einki við at fara í bøin, í ánna ella til fjals.

Norðradalur: Bygdarfólkið í Norðradali mundu neyvan trúgva sínum egnu eygum tíðliga í gjáramorgunin.
Oman av skarðinum koma tveir bussar koyrandi ein stórur hvítur og ein minni reyður. Teir koyra ikki skjótt, tí nógv sving eru á vegnum, sum haraftrat er sera smalur.
Í bussunum situr ein hópur av ungum kollfirðingum, sum nú á fyrsta sinni skulu í skúla eftir summarsteðgin. Og sum nú á fyrsta sinni skulu í skúlan í Norðradali.
Bussarnir steðga uttanfyri skúlan, og lítla løtu seinni eru í hópatali av næmingum komnir út. Tey skunda sær inn í skúlan.
Hetta eru børn úr Kollafirði, sum hesa komandi tíðina skulu ganga í Norðradals skúla, meðan teir gera umbyggingina av teirra rætta skúla lidna.
Næmingarnir hava einki ímóti at royna okkurt nýtt. Men tað er tó kortini bæði eitt og annað av tí nýggja, sum ikki er loyvt nakað, sum køvir hesa gleðina eitt sindur.
Tey sleppa ikki út í bøin. Ikki niðan í fjøllini. Ikki oman í ánna.
- Júst hetta er rættiliga rotið, sigur ein drongur í 6. flokki, sum so avgjørt hevði ætlað sær at fanga síl í ánni í fríkorterunum.

Hóskandi loysn
Neyvan nakrantíð áður munnu 39 næmingar hava gingið í skúlanum í Norðradali.
Men í gjáramorgunin komu ikki færri enn tveir bussar koyrandi oman móti bygdini, fullir av vónríkum skúlanæmingum úr Kollafirði.
Teirra egni skúli er ikki liðugt umbygdur enn, og tí hevur verið neyðugt at finna aðrar hóskandi loysnir til næmingarnar hesa fyrstu tíðina í nýggja skúlaárinum.
Skipanin er gjørd soleiðis, at 1. til 3. flokkur hevur undirvísing í Royndarstøðini í Kollfjarðardali, meðan 7. og 8. flokkur fáa sína undirvísing í Bygdarhúsinum í bygdini.
Men í Norðradals skúla ganga í dag teir 39 næmingarnir í trimum árgangum í Kollfjarðar skúla 12 næmingar í 4. flokki, 10 í 5. flokki og 17 í 6. flokki.
Í hesum fyrsta skúladegnum í nýggja skúlaárinum vóru sjálvandi nógvir praktiskir upplýsingar, sum næmingarnir skuldu fáa at vita.
Og hetta gav lærari teirra, Trygvi Samuelsen sær góðar stundir til.

Møta kl. 8:45
At fara frá einum skúla við 134 næmingum í Kollafirði og til eina lítlan bygdarskúla í Norðradali krevur sjálvandi sína umstilling, bæði hjá lærarum og næmingum.
Í fyrsta lagi byrjar undirvísingin munandi seinni enn áður, og haraftrat munandi seinni enn í øðrum føroyskum skúlum. Næmingarnir verða allir heintaðir við bussum í Kollafirði og síðani koyrdir tann heldur kringluta vegin oman til nýggja skúla teirra. Og heimaftur sama veg.
Soleiðis sum skipanin er við busskoyringini, so ber ikki til hjá hesum næmingum at møta í skúlanum fyrrenn klokkan 8:45.
Á tímatalvuni henda fyrsta mikudagin kl. 8:45 var eingin av vanligu lærugreinunum. Ein kundi heldur kalla tíman fyri Praktiskir upplýsingar.
Og líkt var til, at teir 17 næmingarnir í 6. flokki lurtaðu væl eftir tí, sum lærari teirra hevði at bera fram.

Ikki í bøin
Ein tann størsta broytingin í skúlanum er helst skúlagarðurin.
Børnini hava sjálvandi fríkorter, men tá tey fara útum at spæla, so er skúlagarðurin munandi minni og haraftrat undir munandi øðrvísi umstøðum enn í Kollafirði.
Skúlin liggur niðri í bygdini, og rundan um skúlan er bøur. Og sum støðan var fyrrapartin í gjár, so var talan enn um óslignan bø.
Tí brúkti lærari teirra nógva tíð at greiða teimum frá, at tey máttu ikki fara út í bøin, men máttu halda seg inni á økinum frammanfyri skúlan.
Hóast fríkorter fyrst stóð á tímatalvuni kl. 10:30 í gjár, so sluppu næmingarnir kortini út nakað fyrri enn tað, til heiðurs fyri myndamann okkara.
Sum heild kann sigast, at tann fyrsta løtan í nýggja skúlanum sá út til at eydnast væl.
Men sum ein av lærarunum segði: - Hetta er ein neyðloysn fyri okkum. Men vit fara nokk at finna útav tí.

Góð útgerð
Hóast mong ár eru liðin síðani skúlagongd var seinast í Norðradali, so eru skúlin kortini í sera góðum standi. Hann hevur m.a. verið nýttur til gudstænastur.
Í skúlannum eru tríggjar stovur, har pláss er fyri teim 39 næmingunum. Í tí einu stovuni vóru nóg mikið av skúlaborðum og stólum, men neyðugt var at flyta nakað av hesi útgerðini til skúlan aðrastaðnis frá til hinar stovurnar.
Í stovuni hjá 6. flokki stendur eitt fínt hvítt klaver, har eru teldur settar upp, men netsamband er kortini einki.
Sigast kann tí at útgerðin í skúlanum er nøktandi. Nú skulu so bara næmingar og lærarar venja seg við tær, fram til dagin, tá teirra egni skúli verður liðugur um stutta tíð.