Kollfirðingar fáa nú 23% meiri fyri rækjur

Nú Arctic Viking hevur avreitt tvær ferðir undir litaviskum flaggi, hevur hann fingið nógv meiri fyri rækjurnar, enn hann hevði fingið undir føroyskum flaggi

Rækjuflotin

? Nú hava vit prógvað, tað vit hava sagt alla tíðina.
Bjarni Petersen, skipari á rækjuskipinum, Arctic Viking, er vælnøgdur við úrslitið, síðani skipið fór undir litaviskt flagg.
Tað stóðst nógv rumbul burturúr, tá ið kollfirðingar gjørdu av at koyra Arctic Viking undir litaviskt flagg.
Hinvegin søgdu kollfirðingar, at tað var einasti máti at bjarga bátinum.
Og nú er líkt til, at hetta veruliga verður bjargingin.
Síðani Arctic Viking fór undir litaviskt flagg, hevur hann avreitt tvær ferðir í Kanada.
Teir hava fiskað eini 450 tons hvørja ferð, so tilsamans hava teir avreitt 900 tons.
?Úrslitið av tí fyrra túrinum var, at vit fingu eini 23% meiri fyri rárækjurnar, enn vit høvdu fingið um vit fiskaðu vit undir føroyskum flaggi, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking.
Teir vóru ikki lidnir at avreiða av tí seinna túrinum fyrrenn í gjár, so hann kennir ikki prísin, men hann væntar, at hann verður áleið tað sama.
?Sostatt fær Arctic Ciking einar 10 krónur fyri kilo fyri rárækjur, nú teir fiska undir litaviskum flaggi.
Í Føroyum høvdu vit fingið einar sjey krónur fyri kilo, sigur skiparin.

Tollur og aðrar forðingar
Hann sigurm, at ein orsøk til hetta er, at føroyingar noyðast at gjalda 12% í tolli av rækum, sum verða útfluttar til ES.
? Samstundis er bara eitt rækjuvirkið í Føroyum.Sostatt er ongin kapping um rækjurnar. Tað førir við sær, at prísurin er ikki tann besti.
Men Bjarni Petersen sigur, at ein onnur orsøk er, at onkusvegna eru føroyingar ikki kappingarførir.
? Eg veit ikki um tað er tímalønin, sum er ov høg. Lønin í Føroyum er hægri enn í øðrum londum rundanum okkum. Hinvegin er tímalønin í Føroyum lægri enn í Noregi, so tað er kanska heldur ikki øll frágreiðingin.
? Kanska duga vit ikki at selja, ella kanska eru tað heilt aðrar orsøkir, leggur hann afturat.
?Eg skal ikki gera meg klókan uppá hasi viðurskiftini. Eg kann bara staðfesta, hvussu støðan er, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta eru alt viðurskifti, sum teir hava ført fram í fleiri ár, men til fánýtis.
? Nú er tað so prógvað.

Fýra milliónir um árið
Við Arctic Viking eru 21 mans, seks føroyingar og 15 litavar.
?Umframt at fáa nógv betri prís, spara vit eisini útvið eini helvt í manningarhýrum, tí hýrurnar eru lægri eystanfyri.
Sostatt er tað alt, sum bendir á, at árið í ár fer at roynast nógv betri hjá Arctic Viking, nú hann er farin undir litavist flagg, enn tað hevði gjørt undir føroyskum flaggi.
? Verður gongdin sum higartil, verður avreiðingarvirðið hjá skipinum einar fýra milliónir hægri í ár undir litaviskum flaggi, enn tað hevði verið undir føroyskum flaggi.
Harumframt eru manningarhýrurnar nógv lægri.
Bjarni Petersen sigur, at prísirnir eru framvegis ógvuliga lágir, men tað sigur seg sjálvt, at tað er stórur munur á at fáa 10 krónur fyri kilo og at fáa sjey krónur.
?Høvdu vit sloppið undan trollinum hesi seinastu árini, hevði heldur ongin kreppa verið í rækjuvinnuni og so høvdu vit havt varðveitt øll rækjuskipini, sigur hann.
Hann heldur framvegis, at vit áttu at havt eina FAS- líknandi skipan fyri rækjuflotan.
?Hetta hevði givið landinum einar 20 milliónir minni í inntøkum. Men tað er betri at fáa 20 milliónir minni enn als onga inntøku, sigur Bjarni Petersen.