Kollfirðingar fáa helst sum teir fyrstu í høvuðsstaðarøkinum ein sokallaðan 2-minus-1 veg. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu í dag.
Talan er um ein vanligan veg, men har strikað verður øðrvísi, soleiðis at bilførarar skulu koyra mitt á vegnum. Ella sum Tórshavnar kommuna orðar tað.
- Tá tú nærkast einum 2-1 vegi, skalt tú gera tað øvugta av tí, ið tú plagar at gera.
Fyrimunurin tykist at vera, at betri pláss verður fyri gongufólkum, súkklum og øðrum. Tórshavnar kommuna upplýsir, at royndirnar við slíkum vegum í øðrum londum er sera góðar.
Við at trýsta á pílin á myndini ber til at síggja hvussu ein 2-minus-1 vegur virkar.