Kollfirðingar eru klárir

Við einum sera sannførandi avriki ímóti Neistanum, staðfestu menninir hjá KÍF, at teir eru púra klárir til steypafinaluna. – Eg eri øgiliga glaður fyri, at vit komu so væl ígjøgnum henda dystin, staðfesti KÍF-venjarin, ið stúrdi fyri, at steypafinalan fór at órógva tankarnar

Hóast tú ongantíð skalt kanna tær bitan, fyrr enn hann er svølgdur, so lá líkasum í luftini, at tað vildi verið løgið annað, um ikki dysturin í Kollafirði í gjár millum KÍF og Neistan bleiv ein avgreiðsluspurningur. Hetta vóru liðini á fyrsta og sætta plássi, og hóast KÍF í fyrra dystinum teirra millum bara vann við trimum málum, var væntandi, at øðrvísi fór at verða hesaferð.
So var eisini, tí KÍF vann ein sera greiðan sigur upp á 31-19, eftir at hava verið á odda 17-7 í hálvleikinum, og her var ongantíð nakar slingur í valsinum. KÍF koyrdi sítt spæl, og tá sterkasta uppstillingin var á vøllinum, hevði Neistin ikki ein livandi kjans – hvørki at sleppa ígjøgnum verjuna hjá kollfirðingum ella at forða fyri hugflogsríka álopsspælinum hjá vertunum.
KÍF streyk avstað og fór mestsum beinanvegin upp á 5-1, og hóast Neistin ta einu løtuna fekk gjørt tað spennandi við at minka um munin niður í eitt mál, steðgaðu kollfirðingar skjótt hesum og øktu um munin. Serliga í byrjanini á seinna hálvleiki stóð fast hjá Neistanum, sum ikki fekk mál, fyrr enn sjey minuttir vóru farnir, men tá høvdu kollfirðingarnir longu skotið fleiri og økt munin upp í 15 mál. Og hóast Neistin slapp meira við seinni, var dysturin í veruleikanum longu liðugur og avgjørdur.

Finalutos allastaðni
Nú hetta var síðsti dysturin undan steypafinaluni hjá KÍF ímóti StÍF, sum verður leygardagin, kundi ein vandi verið, at kollfirðingar ikki fingu savnað tankarnar, men eftir dystin kundi venjarin hjá teimum fegnast um, at so bleiv ikki:
– Eg eri øgiliga glaður fyri, at vit komu so væl ígjøgnum henda dystin, tí ilt er at siga, hvussu vit reagera, tá steypafinalan er í høvdinum á øllum spælarunum og allari bygdini, staðfesti Jakob Jónsson, ið visti at siga, at øll í Kollafirði eru øgiliga spent og upptikin av finaluni, og at tosað verður mestsum ikki um annað.
– Tað er nú heldur einki at siga til tað, tí hetta er bara aðru ferð síðstu árini, at KÍF er í finaluni, so sjálvandi er hetta spennandi.
Venjarin hjá Neistanum kundi hinvegin bara staðfesta, at tað koyrir væl hjá KÍF, men hann viðgekk samstundis, at Neistin ikki júst gjørdi uppgávuna torførari hjá oddaliðnum:
– Kollfirðingarnir eru rættiliga góðir og tað liggur væl fyri hjá teimum, og allarhelst koma teir eisini at spæla bæði steypafinaluna, har teir longu eru, og FM-finaluna. Men tá tað er sagt, so gjørdu vit tað øgiliga lætt hjá teimum í dag, segði Áki Mørk.
– Teir revsaðu okkara mistøk beinanvegin, og við 10 málum á odda í hálvleikinum kundu teir spara onkrar av spælarunum, sum teir kanska ætla at brúka í finaluni. Vit høvdu eina góða løtu, tá seinni hálvleikur var hálvliðin, har tingini eydnaðust hjá okkum, og tað var so altíð nakað.

Púra opin dystur
Spælið hjá KÍF var sanniliga væl upplagt, tá brúk var fyri tí í gjár, og ikki trutu variatiónir og væl gjøgnumspæld álop, umframt at málini komu eftir undirhondsskot, góð hoppiskot, standandi skot og góðar fríspælingar inn á strikuna og út á vengurnar. Men tað, sum kanska riggaði allarbest, tá KÍF spældi við fullari skrúvu, vóru skjótálopini, sum í løtum vóru bæði tøtt og effektiv.
Men hóast kollfirðingar í gjár spældu sum eitt lið á toppinum, hevur Jakob Jónsson ongan hug til at átaka sær leiklutin sum favorittur undan steypafinaluni.
– Sjálvandi vilja vit fáa gull um hálsin, men hetta er altso ein »fifty-fifty« dystur, har alt kann henda, tí strandingar hava eisini vunnið á okkum í vetur. Her verður tað bara ein spurningur um, hvør er omaná akkurát henda dagin, sigur Jakob Jónsson, ið ikki hevur so góðan hug at tosa um, hvat hann og spælararnir fara at arbeiða við hesa vikuna.
– StÍF sær jú eisini út til at vera væl trimmað og strandingar tykjast at vera væl upplagdir, akkurát sum vit eisini ætla at vera tað. StÍF hevur traditiónirnar við sær, men eg havi verið við til at vunnið ta einu finaluna saman við StÍF, so eg kenni eitt sindur til tað. Teir vilja vinna finaluna, men tað vilja vit eisini, so hetta er altso púra opið.


KÍF-Neistin 31-19 (17-7)
KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Tony Weyhe 4, Poul Finnur Egholm 3, Ási Dam 2, Teitur Joensen 2, Andrias Nielsen 2, Gert Hansen 1, Rúni Joensen 1, Regin Petersen 1, Rógvi Weyhe 1
Neistin: Teitur Magnusson 8 (3), Kristjan Dulavík 3, Ári Rouch 2, Torstein Balle 1, Beinur Davidsen 1, Jugoslav Djumic 1, Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1, Terji Mørk 1
Dómarar: Hannis & Uni Wardum