Koller kanska liðugur

Talan tykist vera um álvarsligan skaða, sum kekkiski Jan Koller fekk í dystinum móti USA mánadagin. At byrja við vónaðu læknarnir, at Koller kanska kundi vera tøkur, um Kekkia kom víðari úr bólkaspælinum, men tað tykist nú langt ífrá víst. Talan er um ein vøddaskaða, sum læknarnir hava ilt við at viðgera, og í løtuni eru boðini, at steðgurin verður onkra staðni millum tígjgu dagar og seks vikur. So í ringasta føri kann væl vera, at HM-luttøkan hjá Koller longu er av.