Kollapsið á Mineirão

– Uppkókaði stemningurin gjørdist eitt antiklimaks av dimensjónum, har fólk grótu og róptu ókvæmisorð eftir sínum egnu spælarum, sigur Palli Ziskason, sum upplivdi søguligu hálvfinaluna millum Týskland og Brasilia

– Uppkókaði stemningurin bleiv til eitt antiklimaks av dimensjónum, har fólk grótu og róptu ókvæmisorð eftir sínum egnu spælarum, sigur Palli Ziskason, sum upplivdi søguligu hálvfinaluna millum Týskland og Brasilia.

 

Estadio Mineirão í Belo Horizonte skrivaði seg í gjárkvøldi inn í søgubøkurnar. Leikvøllurin gjørdist karmur um søguliga stóra tapið hjá Brasilia, sum fekk ein reinan 1-7 lúsing frá Týsklandi.

 

Tað var annars lagt upp til eina spennandi hálvfinalu, hóast brasiliumenn høvdu ávísan ótta yvir sær, nú stóra stjørnan Neymar og liðskiparin Silva ikki vóru tøkir. Men spennandi og intenst bleiv tað ongantíð, tí longu eftir 29 minuttir var støðan 5-0 til Týskland.

 

Almennur frídagur var í Belo Horizonte í gjár, og allastaðni varð nógv gjørt burtur úr undan hálvfinaluni, sum bleiv bríkslað ígongd klokkan fimm seinnapart, lokala tíð.

 

– Men uppkókaði stemningurin bleiv til eitt antiklimaks av dimensjónum, har fólk grótu og róptu ókvæmisorð eftir sínum egnu spælarum, sigur Palli Ziskason, sum var millum teir stívliga 60.000 áskoðararnar til søguligu hálvfinaluna í gjárkvøldi.

 

Rás2 tosaði fyrr í dag við Palla Ziskason. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Hin hálvfinalan verður spæld klokkan 21 í kvøld, og har møtast Holland og Argentina. Vinnarin møtir Týsklandi í finaluni, sum verður sunnudagin.

 

FAKTA um dystin í gjárkvøldi:

 

Brasil – Týskland 1-7 (0-5)

0-1   Thomas Muller, 11.

0-2   Miroslav Klose, 23.

0-3   Toni Kroos, 24.

0-4   Toni Kroos, 26.

0-5   Sami Khedira, 29.

0-6   André Schurrle, 69.

0-7   André Schurrle, 79.

1-7  Oscar, 90.