Kollafjørður ikki til at vika

Talv: Við tveimum altjóða meistarum á liðnum, hevur Kollafjørður vunnið sær trygga leiðslu 1. deild

Fimta umfar av liðkappingini í talvi, sum var seinasta vikuskiftið, hevði við sær, at oddaliðið Kollafjørður dróg enn longri frá hinum liðunum.

Kollafjørður hevði dyst móti Havnin, sum er næstfremst, og við einum 3-1 sigri økti Kollafjørður um munin millum seg og Havnina.

Kollafjørður hevur tveir altjóða meistarar á liðnum, Tigar H. Persson og Steffen Pedersen, og teir styrkja sum vera man nógv um liðið. Tigar H. Persson noyddist tó móti Havnini fyri fyrstu ferð í ár at lata seg noyða við javnleik.

Torben Ø. Johansen, sum telvar á fyrsta borði hjá Havnini fekk javnt móti Tigar H. Persson, meðan Steffen Pedersen á øðrum borði vann móti Flóvin Tór Næss. Á triðja borði vann Torbjørn Thomsen móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan Suni Merkistein fekk javnt á fjórða borði, har hann sat yvirfyri Bernhard Thomsen.

Klaksvíkingar, sum eru føroyarmeistarar, eru framvegis ikki rættiliga komnir fyri seg, og aftur hesaferð máttu teir lúta. Teir talvaðu móti Vestmanna, og fingu bert hálvtannað stig burtur úr.

Bæði á fyrsta og øðrum borði vann Vestmanna, og tað var her sigurin var tryggjaður. John Rødgaard vann á Rana Nolsøe og John Jacobsen á Ólavur Simonsen. Eyðun Nolsøe, sum var heima í Føroyum um vikuskiftinum, telvaði á triðja borði, og hann fekk remis móti Petur Højgaard. Á fjórða borði bragdaði hjá klaksvíkingum, tí har vann Steintór Rasmussen á Jón Mikkelsen. Aftur hesaferð misti Klaksvík sammet við Kollafjørð, og meistaraliðið er nú fimm stig aftanfyri oddaliðið.

Seinasti dysturin í 1. deild hetta umfarið var millum Klaksvík 2 og Streym, og her vann Streymur 21/2-11/2. Hjá Klaksvík fingu brøðurnir Tummas Martin og Símun Petur Anthoniussen stigini, meðan Finnbjørn Zachariasen og Martin Brekká hjá Streymi vunnu sínar dystir, og harvið tryggjaðu Streymi sigurin.

Næsta vikuskiftið verður telvað í sætta umfari í liðkappingini, og tá verður mest spennandi dysturin millum Klaksvík 1 og Kollafjørð. Skal Klaksvík gera seg galdandi í ár, er neyðugt at fáa gott úrslit hendan dystin.