Jákup Dam
----
Í Kollafirði eru mong, ið ilskast inn á seyðin, sum gongur og melur millum húsini. Hetta fáa tey í løtuni ikki gjørt so nógv við, tí støðan er jú tann, at seyðurin í Kollafirði hevur rætt at koma inn um bøgarðarnar helvtina av árinum – vetrarhálvuna. Tað er tí skylda hjá hvørjum einstakum at girða seg inni, so at seyðurin kann ganga í frið og náðum og bíta stráini, sum annars eru at finna millum húsini.
Mong eru tey í Kollafirði, sum hava gjørt nógv við at fríðka uttan um húsini og hava fingið vakran urtagarð. Og ikki er altíð so lætt at halda svongu ónum uttanfyri, tí freistandi er hjá teimum at leypa uppum at fáa sær ein leskibita úr onkrum urtagarði. Hetta er irriterandi hjá teimum, ið hava lagt stóra orku í at hava tað vakurt og hampiligt uttan um seg, og tað er tí ikki løgið, at mong ynskja seyðin, har ið piparið grør.
Mín meining er, at tað eigur ikki at vera ein skylda hjá tí einstaka at girða seg inni fyri at fáa frið fyri seyði – hetta hoyrir stutt og greitt ikki nútíðarsamfelagnum til. Kollafjørður eigur tí at verða vetrarfriðaður. Hetta skal sjálvandi gerast eftir galdandi reglum, so at bøndur o.o. fáa endurgjald fyri mist vetrarbit.
Verði eg valdur í býráðið, so fari eg at arbeiða fyri at fáa Kollafjørð vetrarfriðan, soleiðis at seyðurin heldur til uttan fyri bøgarðarnar, meðan fólkið húsast innanfyri í frið og náðum.
Um tit kollfirðingar vilja hava eina sterka rødd, sum veruliga umboðar bygdina, í býráðið, so vel Jákup Dam á lista E.