Fyri 2-3 árum síðani fór stóra verkætlanin í Kollafirði í gongd, har stóru bygningarnir skuldu hýsa frystigoymslu og framleiðslu av fiski. Ætlanirnar vóru stórar, og m.a. skuldi talan vera um ein miðdepil á hesum øki í Norðuratlantshavi. Hálendingarnir úr Kloosterboer skuldu standa fyri frystigoymslunum, meðan Kollafjord Pelagic skuldi framleiða fiskin.
Men gongd kom ongantíð veruliga á verkætlanina, og lítið lív hevur verið kring stóru bygningarnir í Kollafirði seinastu tíðina, serliga av einum høvuðstrupulleika.
- Høvuðsorsøkin hevur fyrst og fremst verið ein rúgva av tekniskum trupulleikum, sum vit nú hava fingið lokaliserað og gjørt ætlanir um, hvussu vit skulu loysa, sigur Johan Dahl, sum í dag er stjóri í Kollafjørð Pelagic. Hann vísir á, at pakkiøkið og frystiøkið ikki hava verið í lagi, og tað er sambært stjóranum tað týdningarmiklasta í øllum virkseminum.
- Nakrar broytingar eru á veg, og m.a. skulu tunnlar gerast til frystigoymslur, sum vit í løtuni arbeiða við, sigur Johan Dahl.
Johan hevur ikki verið við frá byrjan, men tók løgtingsmaðurin við stjórasessinum, eftir at virksemið varð minkað og alt ikki gekk eftir ætlan. Tá vóru tað Janus Norðberg og hálendingurin, Kloosterboer, sum ráddu fyri frysti- og framleiðsluborgunum í Kollafirði.
Endurreisn við 30 nýggjum mió.
Nú verður so aftur roynt, og seks føroyskir íleggjarar hava sett nýggjan pening í. P/F Driftin, P/F E.M. Shipping, P/F Vinnan, Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Sparikassi og Notio Íleggingarfelagið eru nýggju íleggjararnir, og sambært Johan Dahl eru 30 mió. krónur komnar til av nýggjum, innskotnum kapitali.
Hollendska felagið, Kloosterboer, er ikki longur er partaeigari, og hava teir sambært stjóranum ásannað, at teir hava mist nógvan pening orsakað av stóru verkætlanini í Kollafirði. Men tað merkir ikki, at teir ikki eru inni í myndini meir.
- Teir koma framhaldandi at taka sær av at fáa vøru yvir á goymsluna og syrgja fyri, at vøran kemur víðari frá Kollafjørð Pelagic, hóast teir ikki meiri eru partaeigarar í okkara fyritøku, sigur Johan Dahl. Hann vísir á, at Kloosterboer, sum sjálvir framhaldandi eiga frystigoymsluna, hava ásannað, at teir mugu satsað uppá tað, teir eru góðir til, og tað er flutningur og frystigoymslur, slær Johan Dahl fast.
Í løtuni eru sostatt fyrireikingar í gongd, og í fyrstu atløgu er talan um tillagingar av útbúnaðinum á virkinum. Eftir stegðin er ætlanin nú, at virkið aftur fer at taka ímóti uppiskjóarfiski í desember 2003.
Ætlanin at gerast miðdepil
Kollafjørð Pelagic fer sostatt í nærmastu framtíð at framleiða feskan fisk, sum sostatt fer víðari til frystigoymsluna hjá hálendingum. Sambært Johan Dahl er ætlanin framhaldandi, at virkið kann gerast miðdepil í Norðuratlantshavi.
- Um ein ikki trýr uppá tað, so er jú eingin orsøk at seta pengar í virkið og arbeiða við eini endurreisn. Verandi leiðsla, nevnd og áðurnevndu íleggjarar trúgva uppá, at endamálið kann røkkast, vísir stjórin í Kollafjørð Pelagic á.
Tað hevur t.d. verið ført fram av ávísum politikarum, at Føroyar ikki er ein miðdepil á hesum øki í Norðuratlantshavi, og at tað tískil er bíligari t.d. at fara til Noregs við fiskinum, men hetta sær Johan Dahl ikki sum ein trupulleika.
Einasta framleiðsluvirkið
Johan Dahl vísir harafturímóti á, at í løtuni er einki framleiðsluvirkið, sum framleiðir vøru og selir hana lidna sum mannaføði, og tað er júst hetta, sum satsað verður uppá.
- Hetta kann vera eitt íkast til føroyska samfelagið, tí nú hevur man møguleikan at framleiða pelagiskan fisk í Føroyum, og tað ger einki annað virki í Føroyum í løtuni, sigur Johan Dahl.
Onnur virki hava gjørt hetta fyrr, men tað hevur bert verið í smáum nøgdum, sum ikki hevur verið áhguvagert fyri skipini, og tískil verður Kollafjørð Pelagic fyrsta virkið av sínum slag í Føroyum.
20-25 arbeiðsfólk
Tá virksemið nú aftur fer í gongd, nevnir stjórin, at umleið 20-25 fólk væntandi fara at arbeiða á Kollafjørð Pelagic.
Johan Dahl heldur sum sagt fram sum stjóri, men á eykaaðalfundi leygardagin varð nýggj nevnd vald. Sverri Hansen er nevndarformaður, meðan Anfinn Olsen, Tummas Christophersen, Jákup Magnussen og Einar Johansen eru nevndarlimir.