Kollafjørð Pelagic ein hálvan tíma frá at verða stongt

Føroya arbeiðarafelag hótti í morgun við at boykotta Kollafjørð Pelagic á Langasandi og at taka alt arbeiðsfólkið heim av uppisjóvarvirkinum Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, segði í morgun, at viðurskiftini á virkinum eru so ótrygg og óskipað, at vórðu tey ikki fingin í rættlag alt fyri eitt, verða øll tey 50 fólkini á virkinum tikin úr arbeiði og send til hús.

Hon sigur, at leiðslan á Kollafjørð Pelagic hevur fekk freist til klokkan 16 í dag til at fáa viðurskiftini í rættlag.

Ingeborg Vinther staðfesti, at tað eru fleiri viðurskifti á virkinum, sum eru greið brot á tey minstukrøv, sum eru galdandi í sáttmálunum.

Arbeiðsfólkið arbeiðir í tveimum vaktum upp á 12 tímar hvør, við 25 fólkum á hvørjari vakt.

Men tey eru undirlønt og fáa sostatt ikki løn eftir sáttmálanum. Tað er onki høpi í mattíðunum, tí tær verða yvirhøvur ikki hildnar og arbeiðsfólkið manglar trygdarútgerð í ólukkumát, bæði hjálmar, trygdarstivlar, og termodraktir til tey, sum arbeiða í frystaríðnum.

Harafturat hava tey ikki fingið setanarskriv, sum tey eiga.

Men í dag kom so Hanus Hansen, sum er ein av monnunum aftanfyri virkið, á fund við Føroya Arbeiðarafelag og tá hann klokkan 15.30, ein hálvan tíma fyri evstamark, kom avfundi, hevði hann tryggjað Føroya Arbeiðarafelag, at øll viðurskifti skulu fáast í rættlag alt fyri eitt.

Føroya Arbeiðarafelag fegnast um lyftið frá Hanusi Hansen, men sigur, at tey fara at hava eitt vakið eyga við virkinum at tryggja sær, at alt kemur upp á pláss.

Samatundis fær virkið sendandi krav eftir lønini, sum fólkið hevur fingið ov lítið, men kravið er ikki uppgjørt enn.