Norðhavssild
Tróndur í Gøtu er júst afturkomin av øðrum túrinum eftir norðhavssild.
Skipið landaði í Kollafirði í gjár, og veiðan vá umleið 460 tons. Sunnudagin var Tróndur í Gøtu eisini á Kollafirði, og hendan túrin høvdu teir 150 tons.
Frammanundan hevur svenska skipið, Astrid, sum landaði annan hvítusunnudag, lagt 320 tons av norðhavssild upp í Kollafirði.
Á Kollafjord Pelagic, ið keypir sildina, sum verður fryst til matna, siga tey, at Christian í Grótinum liggur og bíðar eftir landingartørni. Teir hava eini 550 tons inni.
Saksaberg var enn á sildaleiðunum, tá ið vit frættu, og á Kollafjord Pelagic væntaðu tey í gjár, at onnur skip eisini koma inn at landa í næstum, nú skipini hava borið við norðhavssild.