Í Kollafirði hava tey fýra árstíðir

Onkur vil kanska siga, at vit í Føroyum bara hava eina einstaka árstíð regn, vind og kulda, og kanska eitt kalt summar.

Men fyri børnini í barnagørðunum í Kollafirði er eingin ivi um, at árið hevur fýra árstíðir: Vár, summar, heyst og vetur.

Hetta evnið við árstíðunum hava tey arbeitt við í eina tíð, og tað ikki uttan orsøk. Tey skulu nevniliga lýsa hesar fýra árstíðirnar á Sundalagsstevnuni.
Sambært skránni verður nevniliga ein serstøk framsýning av tí, tey hava latið úr hondum, - ikki bara ein einstøk framsýning, men báðar stevnudagarnar.
Frá kl. 16 til 20 hava nevniliga børn og foreldur og onnur áhugað møguleika at vitja inn í Skótahúsið, sum til høvið er umskapað til eitt lítið listasavn við stórum úrvali. Eitt listasavn við myndum og verkum, sum børnini í bygdini hava lagt til rættis.
Evnið fyri hesa framsýningina er árstíðirnar. Og við ríkum íblástri úr tí heimliga umhvørvinum í Kollafirði og bygdunum har í nánd, hevur tað eydnast børnunum at siga sína hugsan um árstíðirnar.
Tað er helst so sum eitt av børnunum í barnagarðinum Millum bóla tók til, tá vit vitjaðu her týsdagin:
- Hvat ein árstíð er? Tað eru smálombini og  várið!
 
Einki spart uppá hugflogið
Børnini í barnagarðinum Millum Bóla hava verið sera spent til hesa stevnuna.
Henda týsdagin vóru tey úti og spældu í garðinum, nú sólin kagaði fram eina løtu. Annars hava tey íðiliga arbeitt fram móti hesi framsýningini.
Tey hava nevniliga júst lagt seinastu hendurnar á fýra vøkur og forvitnislig verk, sum skulu ímynda tær fýra árstíðirnar.
Tilfarið til myndirnar hava tær fingið úr ymiskum lutum: Littum fjaðrum, vatti, svávulpinnum, kjarnum og mongum øðrum, sum eftir teirra hugsan er ein árstíð.
Alt hetta hava tey fest á eina plátu, sum lýsir tað sum sermerkir hvørja einstaka árstíð. Her er einki spart uppá hugflogið.
Í dag liggja tí fýra sera vakrar myndir savnaðar saman á einum staði, klárar at flyta yvir í Skótahúsið ein av fyrstu døgunum.
Hesi elstu børnini í barnagarðinum Millum Bóla hava lagt stóran dent á at gera sítt arbeiði til fulnar. Tað hava tey yngru børnini eisini, eins og børnini í hinum barnagarðinum í bygdini, barnagarðinum við Botnánna.
 
Sólin og blómurnar
Tey hava alla tíðina vitað, at tey máttu skunda sær eitt sindur, men kortini gera sær ómak. Talan er jú um eina framsýning, ikki sannheit!
Líkt er til at várið hevur eitt serstakt pláss á hjartanum á hesum ungu kollfirðingunum. Henda myndin sum skal ímynda várið er sera vøkur á at líta.
- Ja, hygg her. Sært tú ikki sólina, djórini, blómurnar og fuglarnar, greiða børnini íðin frá.
Tað er lætt at lata seg sannføra at hesum ídnu børnunum.
- Og her, her uppi. Her er ein flúgvari, sigur tann eini drongurin.
Fyri tey hoyra várið og góðveðri saman við tí, at fólk fara at ferðast út í heim!
 
Ein rakett til stevnuna
Hinvegin so vísir myndin av heystinum at bløðini falla til jarðar, og á vetrarmyndini sæst rættiliga nógv vatt, sum eitt greitt tekin um kava og hegling.
Summarmyndin er eisini vakurt prýdd við øllum tí, sum hoyrir til hesa árstíðina.
Her hevur sólin ein stóran leiklut, og blómurnar og fuglarnir sum vera man eisini.
Men hvat í víðu verð ger ein rakett á vakra summarhimmalinum?
Tey hyggja uppá blaðmannin við spyrjandi eygum. Spyr býtt! Skilir tú ikki tað?!
- Rakettirnar tað er fýrverkaríið á Kollfjarðarstevnuni!
 
 
 
Tey elstu børnini
Íalt eru níggju børn í tí elsta flokkinum í barnagarðinum.
Henda dagin vit vitjaðu barnagarðin vantaði kortini eitt teirra. Men børnini eru annars hesi:
Jóannes Joensen
Maria Kjærbæk
Anna Margreta N. Arabo
Irena Hansen Finnsdóttir
Sámal Fagraklett
Sarita Rasmussen
Magnus Lamhauge
Annika Rasmussen
(Preben Holmsund var burturstaddur henda dagin).