Kolibakteriur á Eiði

Drekkivatnið á Eiði varð í farnu viku lagt undir at elva til herviliga búkilsku í Føroya reinastu bygd. Kommunalu mynduleikarnir á staðnum hava tikið trupulleikan í fullum álvara, og royndir bendu á, at bakteriunøring hevur verið við brunnin ella omanfyri. Framvegis verður mælt til at kóka vatni

Eftir øllum at døma rennur samanaftur í tarmunum á Eiði, meðan tað hinvegin tíbetur tykist at tynnast í bíðirøðunum við vesidyrnan í bygdini. Trupulleikarnir við umfatandi búkilsku hava verið tiknir í fullum álvara á staðnum, og mælt hevur verið til, at kóka sær vatnið, áðrenn tostin verður sløktur á Eiði.


Umfatandi royndir

Bygdarráðsformaðurin, Hans Jákup í Kollsbyrgi, sigur, at tey aftur hava tað hampuligt á Eiði. Sambært honum vóru flestu vatnroyndirnar í lagi. Hesar royndir at staðfesta upphavið til búkilskuna hava verið rættiliga umfatandi. Við góðkendum íløtum hava tey á Eiði gingið kringum í bygdini og tikið royndir úr kranunum. Harumframt vóru tey í brunninum og við keldurnar, har leskiliga vatnið spríkir.


Staðfest er, at bakteriur vóru í royndunum úr bygdini og brunninum, meðan onki bendi á, at keldurnar vóru dálkaðar. Somuleiðis staðfestur royndirnar, at vatnið heldur sær reint ávegis oman í brunnin. Sostatt bendir nógv á, at brunnurin kann vera upprunin til bakteriunøringina.


Ikki tað at siga; brunnurin lýkur tey krøv, mynduleikarnir seta, og lok er á honum. Bygdarráðsformaðurin sigur, at eitt sindur av sandi var í brunninum, ið tey als ikki hildu vera serliga skitnan.


Bíða eftir úrslitinum


Meðan føroyingar flestir einans høvdu Ólavsvøkuna í huga, fóru eiðismenn til arbeiðis uppi á Hvítubrúgv. Hátíðardagarnar fingust kommunumenninir á Eiði við at vaska brunnin haruppi av einslistum. Hetta arbeiði er fyrr gjørt, og vanligt er at vaska við klori. Fimm royndir eru nú aftur tiknar úr brunninum og úr kranunum í bygdini, men enn er onki frætt av tí Heilsufrøðiligu, um brunnreingerðin hevur munað.


Av Eiði frættist, at ivi annars er, um tað er vatninum, ið nakað bagir. Summi eiðisfólk, sum hava drukkið nógv ókókað vatn í seinastuni, eru væl fyri, meðan onnur, ið einans hava leskað sær á illgrunaverdu droparnar hava fingið ringastu búkilsku.


Sosialurin ringdi til bráfeingistelefonina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men ónevndi laboranturin í fartelefonini vildi onki siga um, hvørjar bakteriur, talan er um í drekkivatninum á Eiði. Bárður Enni, leiðari á stovninum, sum er í summarfrí, vildi hinvegin fegin avdúka, at talan er um Kolibakteriur, sum t.d. kunnu stava frá fugla- ella seyðarovum.


Tilmælið um at kóka vatnið stendur enn við, og ávaringin verður ikki avblást fyrr enn úrslitið av seinastu vatnroyndunum kemur.