Koli-bakterian ger um seg í Danmark

Seinasta samdøgrið eru í minsta lagi seks danir eru innlagdir, tí illgruni er um, at teir eru smittaðir við álvarsomu búksjúkuni, VTEC, sum brotin út í Norðurtýsklandi. Donsku sjúklingarnir hava bæði leyst lív við blóði í og spýggja, og hesi bæði samsvara við eyðkennini hjá teimum, sum hava fingið álvarsomu E-kolibakteriuna, ið fleiri meta stavar frá grønmeti úr Norðurtýsklandi.

Enn er tó ikki staðfesti, um sjúklingarnir, eru innlagdir á sjúkrahúsum í región Midtjylland og Syddanmark, veruliga eru smittaðir við VTEC.

Føroyingar nýtast ? eftir øllum at døma ? ikki at óttast vandamiklu E-kolibakteriuni, sum er farin at gera um seg í Norðurtýsklandi og í Danmark.

Ein skjót spurnarrunda hjá føroysku innflytarunum av grønmeti vísir, at bakterian, sum er helst er at finna í tomatum, agurkum og salati úr Norðurtýsklandi, neyvan er komin til landi.