H71-KÍF 24-34 (13-14)
Hondbóltur
Lokaluppgerðirnar í høvuðsstaðnum eru í ár vorðnar enn fleiri í tali. Legyardagin var aftur ein av slagnum á skránni, tá H71 átti heimadyst móti KÍF. Higartil í ár hava bæði liðini livað eina tilveru í botninum á stigatalvuni, men seinastu dystirnir hava tó bent á, at kollfirðingar hava ætlanir um at sleppa burtur úr hesum leikluti.
Sostatt hava teir síðani vetrarstegðin fingið trý stig móti Kyndli og Neistanum, meðan teir sum væntað máttu lúta fyri suverena oddaliðnum úr Vestmanna.
Javnt í fyrra
Tað vóru eisini gestirnir, sum byrjaðu dystin leygardagin betri, og longu eftir fáum minuttum tóktist tað, sum um gestirnir veruliga ætlaðu at staðfesta, at tað so avgjørt ikki var av tilvild, at teir hava fingið mongu stigini seinastu dystirnar.
Ikki minst tóktist Iljan Topic at vera væl upplagdur fyrstu løtuna, og við bæði skotum og fríspælingum gjørdi hann sítt til, at gestirnir fingu lagt seg fram um hesa løtuna. Hoyvíkingar royndu í vanliga stílinum at byggja álopsspælið á evnini hjá Halgiri Dahl Olesen, og so við og við komu eisini aðrir hoyvíkingar upp í leikin. Ikki minst hevði Anfinn N. Debes nakrar perlur av standandi skotroyndum, og áðrenn nakar varnaðist, høvdu hoyvíkingarnir brádliga strítt seg upp á liðina av gestunum.
Ikki bert útlendingar
Spælið fyrra hálva tíman var annars í stóran mun rættiliga óskipað. Bæði liðini fóru nógv inn at róta, heldur enn at royna at spæla tunt.
Seinna umfarið var tó skjótt greitt, at kollfirðingarnir høvdu fingið nógv upp á pláss í so máta. Ikki minst í verjupartinum riggaði verjuparturin væl betri enn fyrra umfarið, og sjálvandi viðførdi hetta, at hoyvíkingar í nógv minni mun sluppu fram at skotroyndum.
Nakað annað var so tað, at væl virkandi verjuspælið eisini viðførdi, at kollfirðingarnir í nógv størri mun fingu frið á álopsspælið. Tað var eins og teir nú vistu av, at teir vóru betra liðið, og tí høvdu teir nú nógv størri álit á, at teir bert skuldu koyra egna spæl sítt.
Hetta eydnaðist eisini í stóran mun, og umframt krossini, sum kollfirðingar hava nýtt sera nógv seinastu dystirnar, sýndi serliga Regin Petersen, at hann alt meira gerst ein týdningarmikil liður í álopsspælinum hjá KÍF.
Ikki er tað tí, hann fyllir so nógv við kroppi sínum, men viljin til at stríðast og hondbóltsevni hansara viðførdu, at hann ferð eftir ferð var partur í kombinatiónum, sum endaðu við eini fríspæling inn á strikuna, har hann ótarnaður kundi beina bóltin í málið aftan fyri Egin Høgnesen.
Sum dysturin leið gjørdist tað alt meira greitt, at kollfirðingar skuldu fáa ein greiðan sigur heim aftur við sær. Hoyvíkingar tóktust alt meira mótfalnir, og sum so hava teir eisini orsøk til hetta.
10 tap á rað
Tapið leygardagin var nevnliga tað 10. á rað hjá H71, og í løtuni er ilt at síggja, hvussu teir skulu sleppa undan at enda á niðasta sessinum á stigatalvuni.
Fyri kollfirðingar tykist støðan hinvegin at vera ein heilt onnur. Síðani vetrarsteðgin hevur úrtøkan hjá teimum verið sera góð, og við fullari ferð eru teir ávegis úr botninum, har teir annars hava verið seinnu árini. Tað er ikki bert í úrslitunum síðani steðgin, at hendan útsøgn er grundað, tí eisini spælið hevur bent á, at talan er nógv annað og meira enn eitt botnlið. Heldur enn at leggja dentin á at berjast við mótstøðuliðini, hava kollfirðingarnir lagt dent á systemir, har teir serliga hava spælt upp til útlendingarnar, men sum tað eitt nú var talan um við Regini Petersen, so koma upprunamenninir alt betri og betri við í spælið.
Talan verður tó neyvan um heiðursmerki í ár. Til tess hava teir helst mist dekan ov nógv í grundspælinum, men við verandi gongd, fara teir heilt víst at nærkast ovaru støddu liðunum. Megna teir so eisini at halda fast í verandi hópi til komandi kappingarár kann meira enn so henda, at teir tá fara at verið í stuttliga endanum av røðini.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 12(1), Anfinn N. Debes 5, Hallur Danielsen 3, Olaf Vestergaard 3, Rolf Mouritsen 1
KÍF: Durica Tomic 10(3), Regin PEtersen 7, Iljan Topic 5, Petur Martin Poulsen 3, Petur Martin Johansen 2, Jákup Dam 2, Jónálvur Johannesen 2, Kristian Madsen 2, Eddie Joensen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 3
Útvísingar: H71 5, KÍF 10
Diskvalifikatiónir: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Stýrdu uttan stórvegis hóvasták tí, sum fyrifórst á vøllinum.









