Svensku heilsumyndugleikarnir ávara fólk ímóti at svimja í Eystrasalti, eftir at tveir menn í Blekinge hava fingið eitt sjáldsamt slag av sjúkuni kolera. Annar maðurin, sum er 80 ára gamal, bleiv so sjúkur, at hann mátti sendast í skundi á eitt sjúkrahús í Karlskrona. Kanningarnar vístu, at hann var smittaður av teirri sera sjáldsomu bakteriuni vibrio cholera, skrivar TT.
Rickard Eitrem, sum er serlækni í smittusjúkum, sigur seg ongantíð hava upplivað ein tílíkan smittutilburð øll tey 33 árini, hann hevur starvast í sjúkrahúsverkinum. Kolerabakterian smittar ikki ímillum fólk, men ígjøgnum sár á kroppinum. Kemur sárið í vatn, sum bakterian er í, kann hon koma í sárið, og so verður persónurin smittaður.
Rickard Eitrem sigur, at kolerabakterian kann vera lívshættislig, um hon kemur í blóðið, tí so fær viðkomandi blóðeitran. Men vandin er størstur hjá eldri fólk og fólki við avmarkaðum mótstøðuføri, sigur hann.









